Navigare Shipping er nýggjur stórstuðul hjá hondbóltinum

Hondbóltssambandið hevur í gjár gjørt stuðulsavtalu við shippingfyritøkuna Navigare.
Gunn Ellefsen, forkvinna í HSF, var seinnapartin í gjár á gólvinum hjá Navigare Shipping við Trøllaklett í Søldarfirði, har sáttmálin var undirskrivaður saman við Bárði Højgaard, partaeigara.

Navigare er fyritøka sett á stovn av Højgaard familjuni, og øðrum, í 1966. Í byrjanini hevði fyritøkan bert sandbátar, men hevur hon flutt seg meira yvir á fraktvinnuna. Seinastu árini er fyritøkan veruliga vaksin og eigur í dag 11 skip, og leigar hartil í 3 skip í løtuni, sum fyri tað mesta sigla í norðara partinum av Evropa. Fyritøkan hevur 150 fólk í starvi og liggur høvuðsskrivstovan í Søldarfirið, har í 11 fólk starvast, meðan logistikk deildirnar liggja í Norra og Skotlandi við 9 starvsfólkum.

– Til nýggja samstarvi viðmerkir Bárður Højgaard, at Navigare og HSF hava nógv til felags. Stóran vøkstur bæði her heima og altjóða. Hondbóltur, sum ítróttagrein, hevur søguliga ikki fylt allarmest á eystara armi av Skálafjørðinum, men hava vit eisini lagt til merkis góðu gongdina, og eru vit fegin um at stimbra enn meira um eina ítróttagrein, sum nú veruliga er nakað allir føroyingar kunnu savnast um og vera ernir av.

– Gunn Ellefsen sigur til nýggja samstarvið, at tað er sera gleðiligt, at fólk og fyritøkur úr øllum landinum standa saman um landsliðini og hondbóltin í Føroyum. Hetta er tað, sum hevur lyft okkum seinastu árini og eisini skal bera okkum enn longur framm, nú okkara størstu og mest avbjóðandi uppgávur standa fyri framman í næstum.

Avtalan við Navigare Shipping inniber millum annað, at fyritøkan nú verður ein av sjónligu stuðlunum á klæðunum hjá landsliðunum. Avtalan er galdandi fyri 2022 og 2023.

U18-menn: EM-liðið er úttikið

21. juni 2022

Venjararnir Hjalti Jacobsen og Djóni Gaard Joensen hava úttikið 16 leikarar til U18 EM-endaspælið í Montenegro.

Durita Thomsen nýggj í starvsnevndin

16. juni 2022

Aðalfundur hjá HSF var í gjár. Á skránni var m.a. val  av nevndarlimum. Nýggj í starvsnevndini er Durita Thomsen úr Klaksvík.

U18-kvinnur: HM-liðið er úttikið

14. juni 2022

Venjararnir Simon Olsen og Christoffur Gert Nielsen hava úttikið 16 leikarar til U18 HM-endaspælið í Norðurmakedonia.