Neistin, Kyndil og VÍF í finalunum

Nú er endaliga greitt, hvørji lið skulu spæla Faxe Kondi finalurnar hjá kvinnum og monnum.

Hjá kvinnum verður tað ein endurtøka frá í fjør, har VÍF og Kyndil hittast. Hjá monnum skulu verandi steypavinnarar, Kyndil, royna seg móti oddaliðnum í landskappingini, Neistanum.

Dystarskrá
Kl. 13.30 VÍF – KYNDIL
Kl. 16.00 NEISTIN – KYNDIL

Tveir landsdystir móti Finnlandi

21. mars 2023

Føroyska kvinnulandsliðið skal spæla tveir dystir móti Finnlandi, ávikavist 4. og 5. apríl. Talan er um venjingardystir.

Lakari avrik móti Rumenia

11. mars 2023

Tað er stórur munur á heima- og útivølli í hondbólti. Hetta má staðfestast eftir stóra ósigurin móti Rumenia í dag. Føroyska manslandsliðið gjørdi nógv álopsmistøk og brendu nógvar málmøguleikar. Føroyar taptu 25-17, eftir 14-10 til rumenar í hálvleikinum.

Útselt til Føroyar – Ukraina

10. mars 2023

Eftir sigurin á Rumenia mikukvøldið, kom av álvara gongd á atgongumerkjasøluna til seinasta heimadystin í hesari EM-undankappingini, og vóru øll atgongumerkini til dystin móti Ukraina seld í gjár.