Niðara endaspæla hjá kvinnum verður Final4

Í samráð við tey luttakandi feløgini, hevur HSF gjørt av, at royndarkoyra niðara endaspæl við Final4 leisti. Hetta verður bert galdandi fyri niðara bólkin hjá kvinnum í ár, hareftir leisturin verður eftirmettur á komandi limafundi.

Feløgini koma sostatt at spæla hálvfinalur á Skála fríggjakvøldið og vinnararnir spæla síðani finalu á bláa gólvinum leygardagin kl. 15.30.

Á Skála – Fríggjadagur 18. mars kl. 18.00 StÍF – H71 2
Á Skála – Fríggjadagur 18. mars kl. 20.00 VB – EB
Á Hálsi – Leygardagur 19. mars kl. 15.30 Vinnari 1 – vinnari 2

Vinnarin av finaluni vinnur steyp og ein kekk áljóðandi 10.000 kr.

U18-menn: EM-liðið er úttikið

21. juni 2022

Venjararnir Hjalti Jacobsen og Djóni Gaard Joensen hava úttikið 16 leikarar til U18 EM-endaspælið í Montenegro.

Durita Thomsen nýggj í starvsnevndin

16. juni 2022

Aðalfundur hjá HSF var í gjár. Á skránni var m.a. val  av nevndarlimum. Nýggj í starvsnevndini er Durita Thomsen úr Klaksvík.

U18-kvinnur: HM-liðið er úttikið

14. juni 2022

Venjararnir Simon Olsen og Christoffur Gert Nielsen hava úttikið 16 leikarar til U18 HM-endaspælið í Norðurmakedonia.