Night Cup í Vestmanna

Á hvørjum ári í heystfrítíðini skipar VÍF fyri Night Cup, sum er kapping fyri U10, U12 og U14. Í ár verður kappingin 18.- 19. oktober. 

Tey yngstu leggja fyri hósdagin og kappingin endar fríggjadagin við teimum elstu.

Vinnandi liðini í hvørjum aldursbólki vinna gávukort til bovling og mat. Eisini fáa tey steyp og heiðursmerki.

Bæði kvøldini enda við diskoteki. Frá VÍF verður sagt, at eisini verður eitt yvirraskilsi. Tiltakið endar á midnátt fyrra dagin og klokkan 01.00 fríggjakvøldið.

Skipað verður fyri busskoyrin úr Vestmanna eftir tiltakið, um nóg nógv tekna seg.

Tilmelding
Tilmelding fer fram við at senda sms-boð á tlf.: 219000 og tlf.: 216004 ella senda teldupost til eyd.hansen@gmail.com í seinasta lagið mánadagin 15. oktober.

Les meira her. 

 

Mark Marcher settur í starv hjá HSF

13. desember 2019

Mark Lausen-Marcher er settur í starv sum samskipari hjá HSF. Mark kemur serliga at taka sær av ítróttarliga partinum av virkseminum hjá HSF, herundir bæði landsliðsarbeiðinum og breiddarhondbóltinum. Mark er eitt kent andlit í hondbóltsumhvørvinum í Føroyum, bæði sum fyrrverandi leikari, ungdómsvenjari og ungdómslandsliðsvenjari.

Neon Cup – hondbóltur í myrkri

2. desember 2019

Leygardagin 27. desember verður forvitnislig hondbóltskapping í Hoyvíkshøllini.

Margrið eygleiðari til HM í Japan

27. november 2019

Margrið Weihe skal verða altóða eygleiðari til HM hjá kvinnum, sum verður í Japan í tíðarskeiðnum 30. november til 15. desember.