Nógv virksemi millum jól og nýggjár

Tað eru ikki bara U18-menninir, sum hava verið virknir um jóltíðirnar. Hini landsliðini hjá HSF hava eisini vant og verið testaði.

A-landsliðið hjá monnum er saman um dagarnar, har teir fyrireika seg til HM-undandystirnar í januar. Teir skulu spæla móti Litava, Slovakia og Luksemburg í døgunum 10.- 12. januar. Dystirnir verða í Luksemburg.

U20-landsliðið hjá monnum fyrireikar seg til EM-kapping í summar, meðan U16-landsliðið hjá kvinnum fyrireikar seg til European Open um mánaðarskifti juni/juli. U18-kvinnurnar hava eisini verið saman.

Á myndini síggjast liðini saman, har tey hyggja eftir landsdystinum hjá U18-landsliðnum móti Týsklandi.

Tveir landsdystir móti Finnlandi

21. mars 2023

Føroyska kvinnulandsliðið skal spæla tveir dystir móti Finnlandi, ávikavist 4. og 5. apríl. Talan er um venjingardystir.

Lakari avrik móti Rumenia

11. mars 2023

Tað er stórur munur á heima- og útivølli í hondbólti. Hetta má staðfestast eftir stóra ósigurin móti Rumenia í dag. Føroyska manslandsliðið gjørdi nógv álopsmistøk og brendu nógvar málmøguleikar. Føroyar taptu 25-17, eftir 14-10 til rumenar í hálvleikinum.

Útselt til Føroyar – Ukraina

10. mars 2023

Eftir sigurin á Rumenia mikukvøldið, kom av álvara gongd á atgongumerkjasøluna til seinasta heimadystin í hesari EM-undankappingini, og vóru øll atgongumerkini til dystin móti Ukraina seld í gjár.