Nú byrja kvinnufinalurnar

Í annaðkvøld bresta Kyndil og VÍF saman í fyrstu FM-finaluni av trimum møguligum. 

Vestmannakvinnur vunnu grundspælið, og hava tí havt rætt at velja um spælast skal á úti- ella heimavølli fyrst.

Avrátt er, at fyrsta finalan verður í Høllini á Hálsi og onnur verður í ítróttahøllini í Vestmanna. Ein sigur og ein javnleikur er nóg mikið at tryggja sær FM-heitið. Vinna liðini hvør sín dyst, verður talan um eina triðju finalu. Møgulig triðja finala verður eisini í Vestmanna. 

Somu lið hittust eisini í FM-finaluni í fjør. Tá skuldu tríggjar finalur til fyri at finna føroyameistaran. Tá vann VÍF.

Skrá
Mikudag kl. 20.00 – Høllini á Hálsi
Leygardag kl. 18.00 –  Ítróttahøllin í Vestmanna

 

Føroyar endaðu á fimta plássi

21. juli 2019

Við sigri á Makedonia í dag, vunnu Føroyar sær fimta plássið fyri U19-landslið hjá kvinnum í EM-kappingini, sum hevur verið hildin í Litava seinastu dagarnar. 

Føroyar vunnu greitt á Georgia

20. juli 2019

Føroysku U19-kvinnurnar skulu spæla um fimta plássið í EM-kappingini í Litava. Tað gjørdist greitt, eftir at Føroyar vunnu sannførandi á Georgia í dag. Úrslitið var 31-21. 

Føroyar vunnu á Kosovo

18. juli 2019

U19-landsliðið við kvinnum vann seinnapartin ein tepran sigur á Kosovo. Úrslitið var 23-22.