Nú byrjar Faxe Kondi kappingin

Komandi vikuskiftið byrjar Faxe Kondi kappingin av álvara og kemur kappingin at vara heilt til vikuskiftið 20. – 21. februar, sum er stóra finaluvikuskiftið í Høllini á Hálsi.
Kappingin byrjar við kvinnunum leygar- og sunnudagin og monnunum í komandi viku, miku- og hósdagin. Skráin fyri allar deildir kann síggjast her:
Faxe Kondi-kappingin – HSF

Liðini eru bólkaði í tveir bólkar eftir støðuni í landskappingini eftir tvey leikumfør, soleiðis at lið nr. 1, 4, 5 og 8 fara í ein bólk, meðan lið nr. 2, 3, 6 og 7 fara í ein bólk. Undandystir hava verið um 8. plássið og vann H71 2 hesi plássini í báðum førðum. Eftir bólkaspølini verða hálvfinalur millum nr. 1 í øðrum bólkinum og 2 í hinum bólkinum við einum úti- og heimadysti til liðini.

Tað ber til at stroyma allar dystir á hsf.live.fo.
Stroyma hondbólt | HSF.live

Ungdómsdeildirnar spæla komandi vikuskiftið 2. umfar í Faxe Kondi kappingini, sum er avgerandi fyri hvørji lið koma í hálvfinalurnar. Hesar kappingarnar verða leiktar í hallunum kring alt landið.

Tað er P/F Poul Michelsen, sum umboðar Faxe Kondi í Føroyum og er kappingarstuðul í steypakappingini.

Bók um Elias

30. november 2022

Elias – ein hondbóltsstjørna, er heitið á nýggjari barnabók, sum Páll Holm Johannesen hevur skrivað.

Europeiskur hondbóltur á Hálsi

28. november 2022

Komandi vikuskiftið skulu H71-kvinnur spæla dystir í European Cup móti DHC Slavia Praha.

HSF longt við U04-venjarar

23. november 2022

HSF hevur longt sáttmálarnar við verandi venjarar hjá U04-manslandsliðnum, Hjalta Mohr Jacobsen og Djóna Gaard Joensen.