Nú byrjar Faxe Kondi-kappingin av álvara

Komandi fimm vikurnar er Faxe Kondi-kappingin á skránni hjá monnum og kvinnum.

Innleiðandi dystirnir um at koma í stóru finaluna vórðu spældir fyrst í desember og nú liggur bólkaspælið fyri framman, sum byrjar mikudagin. Síðsti dystur í bólkaspælinum er 4. februar og síðan verður farið til hálvfinalurnar. Sjálv finalan er leygardagin 17. februar.

Sum vant eru finalurnar hjá U18 eisini leygardag, meðan finalurnar hjá teimum yngru deildunum eru sunnudag. Hjá U18 er longu greitt hvør skal hittast í finaluni. Bæði hjá gentum og dreingjum eru finalurnar millum H71 og Neistan. Somuleiðis er greitt hjá D14, at tað verður H71 og Kyndil/ÍA, sum hittast, meðan finaluliðini hjá G14 eru H71 og Neistin.

Hesir eru dystirnir í bólkaspælinum hjá monnum og kvinnum:

 

 

 

 

 

Tveir landsdystir móti Finnlandi

21. mars 2023

Føroyska kvinnulandsliðið skal spæla tveir dystir móti Finnlandi, ávikavist 4. og 5. apríl. Talan er um venjingardystir.

Lakari avrik móti Rumenia

11. mars 2023

Tað er stórur munur á heima- og útivølli í hondbólti. Hetta má staðfestast eftir stóra ósigurin móti Rumenia í dag. Føroyska manslandsliðið gjørdi nógv álopsmistøk og brendu nógvar málmøguleikar. Føroyar taptu 25-17, eftir 14-10 til rumenar í hálvleikinum.

Útselt til Føroyar – Ukraina

10. mars 2023

Eftir sigurin á Rumenia mikukvøldið, kom av álvara gongd á atgongumerkjasøluna til seinasta heimadystin í hesari EM-undankappingini, og vóru øll atgongumerkini til dystin móti Ukraina seld í gjár.