Nú byrjar SMS- og Burn-kappingin

Komandi vikuskiftið, leygardagin 11. og sunnudagin 12. september, verða fyrstu dystirnir í SMS- og Burn-kappingini kappingarárið 2021-22.

Talan er um fult leikumfar hetta vikuskiftið. Lagt verður fyri leygardagin kl. 18.00, tá kvinnuliðini hjá H71 og EB møtast í Hoyvíkshøllini. Sunnudagin verða 5 dystir, tveir kinnudystir og tríggir mansdystir.

Full kappingarskrá fyri SMS- og Burn-deildina sæst á heimasíðuni undir kappingar.

Nú byrjar Faxe Kondi kappingin

18. januar 2022

Komandi 5 vikurnar fara menn og kvinnur at kappast í Faxe Kondi steypakappingini. Byrjað verður í kvøld í Klaksvík við dysti millum Team Klaksvík og Neistan.

Vunnu HM-undankappingarbólkin

17. januar 2022

Føroyar er víðari í HM-undankappingini hjá monnum eftir ein tryggan 26-19 sigur á Lettlandi.

Sigur á Italia eftir drama á Hálsi

16. januar 2022

Føroyar eru við í kappingini um víðari luttøku í HM-undankappingini eftir ein sera dramatiskan eitt-málssigur á Italia, 27-26.