Nú byrjar U19 EHF Championship

Fyrsti dystur hjá U19-monnunum í EHF Championship kappingini er í dag kl. 17.00 móti Bulgaria.

Føroyar eru í bólki saman við vertunum úr Bulgaria og ovast styrkismetta liðnum úr Kekkia. Stóra Bretland skuldi upprunaliga vera við, men trekti seg í orsakað av covid19-avbjóðingum. Í hinum bólkinum í kappingini eru Hvítarussland, Slovakia, Litava og Finnland. Fyrstu dystirnir í kappingini vóru í gjár og tá vann Kekkia 33-18 á Bulgaria og Litava vann 27-25 á Slovakia.

Allir dystir í kappingini kunnu stroymast gratis á ehftv.com, har man lætt kann upprætta sær ein brúkara.

Vinnarin av kappingini rykkir upp til U20 EM-endaspælið, sum veður í 2022.

Kappingarheimasíðan:
http://varna2021ehf.com/

EHF-heimasíðan:
M19 EHF Championship 2021 (eurohandball.com)

U18-menn: EM-liðið er úttikið

21. juni 2022

Venjararnir Hjalti Jacobsen og Djóni Gaard Joensen hava úttikið 16 leikarar til U18 EM-endaspælið í Montenegro.

Durita Thomsen nýggj í starvsnevndin

16. juni 2022

Aðalfundur hjá HSF var í gjár. Á skránni var m.a. val  av nevndarlimum. Nýggj í starvsnevndini er Durita Thomsen úr Klaksvík.

U18-kvinnur: HM-liðið er úttikið

14. juni 2022

Venjararnir Simon Olsen og Christoffur Gert Nielsen hava úttikið 16 leikarar til U18 HM-endaspælið í Norðurmakedonia.