Nýggi kappingarleisturin

Komandi kappingarár verður mansdeildin, sum nú eitur Okkara-deildin, skipað eftir nýggjum kappingarleisti. 

Leikt verður í trimum umførum fyri at finna ein deildarmeistara. Eftir trý umfør verður kappingin býtt í tvey, har fýra tey ovastu liðini spæla hálvfinalur, meðan trý tey niðastu spæla um steyp og vinning.

Deildarmeistarin velur hvørt av liðunum nr. 2, 3 ella 4, hann vil møta í hálvfinalunum. Ovara liðið á stigatalvuni velur, hvar fyrsti dystur verður spældur, á úti- ella heimavølli. Leikt verður best av trimum hálvfinalum og ovara liðið hevur eisini rætt til møguliga triðja dystin á heimavølli. Fyri at vinna sær finalupláss, skulu tvær hálvfinalur vinnast. Tapandi liðini í hálvfinalunum spæla ein dyst um triðja pláss, har liðið, sum endaði ovari í landskappingini eftir trý umfør, hevur heimavøll.

Í hálvfinalunum og finalunum skal vinnari finnast í hvørjum dysti. Er javnleikur eftir vanliga leiktíð, skal dysturin avgerðast við longdari leiktíð á tvær ferðir fimm minuttir. Er dysturin hareftir ikki avgjørdur, er brotskastkapping, har liðini skjóta fimm brotskøst hvør. Stendur tá á jøvnum, skal eitt brotskast skjótast hvør, til dysturin er avgjørdur.

Leikt verður best av fimm finalum. Sostatt skulu tríggjar vinnast fyri at vinna FM. Liðið, sum endaði ovari í landskappingini eftir trý umfør, velur hvar fyrsti dystur skal spælast og hevur rætt til heimavøll í møguligum fimta dysti.

Liðini í niðara bólki spæla tvær ferðir ímóti hvørjum øðrum, heima- og útidyst. Liðið við flest stigum vinnur kappingina. Eisini her skal vinnari finnast í hvørjum dysti.

Kappingarleisturin nógv umrøddur
Kappingarleisturin hevur fleiri ferðir verið umrøddur av feløgunum á limafundum hjá HSF. Ymiskt hevur verið frá ári til ár, hvussu spennandi kappingarnar hava verið. Mett verður, at við nýggja leistinum er møguleiki fyri stórum spenningi til seinastu umførini. Somuleiðis kann væntast, at avgerðandi hálvfinalu- og finaludystir draga nógv fólk í hallirnar.

Nýggi leisturin tekur støði í kappingarleistunum í okkara grannalondum, m.a. Íslandi og Danmark, har kappingarnar í fleiri ár hava havt longri endaspøl. Tað er Kappingarnevndin hjá HSF, Finnur Hansson, umboð fyri Team Klaksvík og Ári Rouch frá umsitingini hjá HSF, sum hava snikkað uppskotið til. Meiriluti av feløgunum tók undir við at royna nýggja leistin.

Ætlanin var eisini at kvinnukappingin skuldi spælast eftir nýggja leistinum, men eftir at VB trekti sítt lið út, er hetta sett í bíðistøðu, tá leisturin ikki hóskar eins væl til seks lið sum til sjey.

Kappingarárið 2018/19 byrjar leygardagin 15. september.

Tveir landsdystir móti Finnlandi

21. mars 2023

Føroyska kvinnulandsliðið skal spæla tveir dystir móti Finnlandi, ávikavist 4. og 5. apríl. Talan er um venjingardystir.

Lakari avrik móti Rumenia

11. mars 2023

Tað er stórur munur á heima- og útivølli í hondbólti. Hetta má staðfestast eftir stóra ósigurin móti Rumenia í dag. Føroyska manslandsliðið gjørdi nógv álopsmistøk og brendu nógvar málmøguleikar. Føroyar taptu 25-17, eftir 14-10 til rumenar í hálvleikinum.

Útselt til Føroyar – Ukraina

10. mars 2023

Eftir sigurin á Rumenia mikukvøldið, kom av álvara gongd á atgongumerkjasøluna til seinasta heimadystin í hesari EM-undankappingini, og vóru øll atgongumerkini til dystin móti Ukraina seld í gjár.