Nýggir A-landsliðsvenjarar

Sonni Larsen og Jeppe Borch skulu standa á odda fyri A-landsliðnum hjá monnum. Teir báðir skrivaðu í gjár undir avtalu fram til 30. juni 2019. Sonni Larsen verður høvuðsvenjari og Jeppe Borch hjálparvenjari.

– Tað er mær ein heiður at skula venja A-landsliðið hjá Føroyum. Føroyskur hondbóltur er í menning, og eg vil fegin vera við at menna føroyskan hondbólt enn meira, sigur nýggi høvuðsvenjarin.

Sonni Larsen, ið er dani, er venjari hjá besta liðnum hjá H71 á øðrum ári. Hann vann greipuna við H71 farna kappingarár. Sonni var eisini venjari hjá U21-landsliðnum, sum í summar skrivaði søgu til HM-endaspælið í Algeria.

Jeppe Borch stendur nú á odda fyri besta mansliðnum hjá Neistanum. Farna kappingarár var hann venjari hjá KÍF.

– Vit eru sera fegin um, at tað hevur eydnast okkum at fáa avtalu í lag við Sonni og Jeppe, sum uttan iva eru millum dugnaligastu venjarar, sum vit hava í Føroyum í dag, sigur Gunn Ellefsen, forkvinna í HSF.

Manslanslandsliðið skal til HM-undankapping í januar.  Føroyar eru í bólki við Italia, Rumenia og Ukraina.

Landsliðsvenjararnir hava valt út ein bruttohóp. Allir fáa boð um úttøku í vikuni. Fyrsta venjingin er 26. til 29. oktober.

HSF longt við U04-venjarar

23. november 2022

HSF hevur longt sáttmálarnar við verandi venjarar hjá U04-manslandsliðnum, Hjalta Mohr Jacobsen og Djóna Gaard Joensen.

Stjóri settur í HSF

17. november 2022

Hans Jón Thomsen er settur sum stjóri í Hondbóltssambandi Føroya. Talan er um eitt nýtt starv, sum í sambandi við økta virksemi skal styrkja um umsiting og leiðslu í sambandinum.

Leikaramenning 2022-23

15. november 2022

Seinastu tvey vikuskiftini hava 250 gentur og dreingir verið til leikaramenngin hjá HSF. Talan eru um leikarar føddir í 2008, 2009 og 2010. Samlingarnar hava verið í Havn og Klaksvík.