Nýggir landsliðsvenjarar hjá U06-landsliðnum hjá monnum

Kristinn Guðmundsson og Mark Lausen-Marcher eru settir í starv sum venjarar hjá U06-landsliðnum hjá monnum. Her er talan um dreingir føddir í 2006 og 2007.

Kristinn er úr Íslandi og er eisini venjari hjá EB. Kristinn hevur drúgvar royndir sum venjari á høgum støði í bæði Íslandi og Noregi.

Mark Lausen-Marcher er í løtuni venjari hjá føroyska U21-manslandsliðnum og kemur at hava teir til og við HM2023. Hann nú eisini at hava ábyrgdina av yngsta U06-manslandsliðnum.

U06 menninir skulu spæla European Open í Gøteborg komandi summar, í tíðarskeiðnum 3. – 7. juli.

A-landsliðið hjá kvinnum úttikið

18. mars 2024

Landsliðsvenjararnir, Claus Mogensen og Simon Olsen, hava úttikið hesar 16 leikarar til EM-undandystirnar móti Svøríki og Íslandi, ávikavist á heima- og útivølli tann 3. og 7. apríl.

Íblástur við Peter Bredsdorff-Larsen

14. mars 2024

Tá føroysku A-landsliðini eru saman, er tað útyvir týdningarmiklar fyrireikingar, eisini møguleikin hjá okkara venjarum kring landið at fáa íblástur frá okkara A-landsliðsvenjarum, sum hava nógvar royndir frá altjóða hondbóltsheiminum.

Lýsing eftir dómaramennara

6. mars 2024

Føroyskur hondbóltur hevur verið í støðugari menning seinastu árini. Stóra menningin í spælinum setur alsamt størri krøv til døming og kringviðurskiftini í hesum sambandi. Ásannandi tørvin at stimbra og menna dómaraumhvørvið í føroyskum hondbólti, søkir HSF tískil eftir einum dómaramennara.