Nýggir venjarar settir

Per Klarup og Christoffur Gert Nielsen skulu standa á odda fyri U20-landsliðnum hjá kvinnum. U20 er fyri leikarar føddir í 1998 og seinni.

Per er høvuðsvenjari og Christoffur hjálparvenjari.

U20-kvinnurnar skulu spæla HM-undankapping 23. til 25. mars næsta ár. Lutakastið hevur ikki verið enn. Samstundis skal bólkurin spæla InterContinental IHF Trophy í tíðarskeiðinum. Enn er tó ikki fráboðað, hvar og nær.  IHF Trophy er fyri leikarar føddir í 1997 og seinni.

Í næstum verður ein bruttohópur kunngjørdur, samstundis sum ein virksemisætlan verður gjørd fram til mars 2018.

Greitt er longu nú, at venjingar m.a. verða í viku 43 og í viku 51.

Linkaðar treytir fyri lesandi leikarar

18. januar 2021

Nú ungdómskappingingarnar og lægri deildirnar í Danmark hava ligið stillar í longri tíð, vegna korona, eru fleiri leikarar, sum eru lesandi í Danmark, komnir heim og hava skift aftur til føroysk feløg.

Nú byrjar Faxe Kondi kappingin

14. januar 2021

Komandi vikuskiftið byrjar Faxe Kondi kappingin av álvara og kemur kappingin at vara heilt til vikuskiftið 20. – 21. februar, sum er stóra finaluvikuskiftið í Høllini á Hálsi.

Seinni landsdysturin eisini útsettur

6. januar 2021

Eftir ætlan skuldu Føroyar og Kekkia spæla seinna EM-undankappingardystin sínamillum komandi  leygardag í Pilzen í Kekkia. Hesin dysturin er nú eisini útsettur.