Nýggj avtala og nýggj landsliðsklæðir

Hondbóltssamband Føroya hevur skrivað undir nýggja klædnaavtalu og bóltaavtalu fyri komandi fýra árini við Select og Sport24, sum umboðar Select í Føroyum.

– Vit hava síðan 2014 brúkt pløgg og bóltar frá Select til okkara virksemi, og hava verið ógvuliga væl nøgd við dygdina, sigur Hallur Danielsen frá HSF.

Fyrsta sending av klæðum er komin til landið og í næstum verða tey prentað. Fyrsta spælisettið er sum vant hvítt við bláum strípum, meðan seinna spælisettið er blátt við hvítum strípum. Afturat dystarsettinum eru upphitingarklæðir, venjingarklæðir og frítíðarklæðir.

A-landsliðið við monnum verður fyrsta landsliðið, sum skal spæla í nýggju klæðunum, tá teir í heyst skulu dystast móti Montenegro og Danmark.

 

U18-menn: EM-liðið er úttikið

21. juni 2022

Venjararnir Hjalti Jacobsen og Djóni Gaard Joensen hava úttikið 16 leikarar til U18 EM-endaspælið í Montenegro.

Durita Thomsen nýggj í starvsnevndin

16. juni 2022

Aðalfundur hjá HSF var í gjár. Á skránni var m.a. val  av nevndarlimum. Nýggj í starvsnevndini er Durita Thomsen úr Klaksvík.

U18-kvinnur: HM-liðið er úttikið

14. juni 2022

Venjararnir Simon Olsen og Christoffur Gert Nielsen hava úttikið 16 leikarar til U18 HM-endaspælið í Norðurmakedonia.