Nýggja landsliðblusan at fáa

Nú verður møguleiki at ogna sær snøggu nýggju landsliðsblusuna hjá føroysku hondbóltslandsliðunum.

Í dag, hósdagin, 30. juni, fæst nýggja sergjørda landsliðsblusan hjá Føroyum, frá Select til keyps í Sport 24 í SMS.

Stórur eftirspurningur hevur verið eftir føroysku landsliðsblusuni, m.a. frá teimum mongu áskoðarunum, sum í summar fara at hyggja eftir EM-endaspølunum hjá U20- og U18-monnum í ávikavist Portugal og Montenegro, og HM-endaspælinum hjá U18-kvinnum í Norðurmakedonia.

Sport24 selur blusurnar í øllum støddum frá 6 ár til XXL, tó er fyribils avmarkað nøgd í hvørjari stødd.

Prísurin fyri barnablusurnar (6, 8, 10, 12 og 14 ár) er 399,-, meðan prísurin fyri vaksnu støddirnar (S, M, L, XL, og XXL) er 499,-.

Móti eyka gjaldi er eisini møguleiki at bíleggja navn og tal at prenta á blusuna.

Intersport Night Cup 2023

26. september 2023

Nýtið heystfrítíðina aktivt! VÍF bjóðar aftur í ár øllum hondbóltstáhugaðum at luttaka í  ársins Intersport Night Cup. Kappingin verður fyri U10, U12 og U14 gentur og dreingir. 

Neistin víðari og H71 úti

26. september 2023

Bæði H71-kvinnur og Neistakvinnur vunnu annan European Cup dyst í vikuskiftinum. Hjá H71 var hetta tó ikki nokk, tá tær taptu stórt í fyrra dystinum, meðan Neistin vann eftir brotskast kapping.

Hesar 16 møta Svøríki og Íslandi

21. september 2023

Landsliðsvenjararnir, Claus Mogensen og Simon Olsen, hava úttikið hesar 16 leikarar til EM-undandystirnar móti Svøríki og Íslandi, ávikavist tann 12. og 15. oktober.