Nýtt venjaratoymi

Birgir Hansen og Bogi Karbech Henriksen eru nýggju venjararnir hjá U-landsliðnum hjá monnum, sum eru føddir í ár 2000 og seinni. Birgir verður høvuðsvenjari og Bogi hjálparvenjari. Avtalan er galdandi fram til 30. juni 2019. 

Fyrsta stóra uppgávan, ið liggur fyri framman, er M18 Championsship í Georgia, í august, næsta ár. Føroyar eru í bólki við Sveis, Makedonia, Estlandi, Litava og Luksemburg.

Ein venjingarætlan og ein bruttohópur verður almannakunngjørdur í næstum.

Tveir landsdystir móti Finnlandi

21. mars 2023

Føroyska kvinnulandsliðið skal spæla tveir dystir móti Finnlandi, ávikavist 4. og 5. apríl. Talan er um venjingardystir.

Lakari avrik móti Rumenia

11. mars 2023

Tað er stórur munur á heima- og útivølli í hondbólti. Hetta má staðfestast eftir stóra ósigurin móti Rumenia í dag. Føroyska manslandsliðið gjørdi nógv álopsmistøk og brendu nógvar málmøguleikar. Føroyar taptu 25-17, eftir 14-10 til rumenar í hálvleikinum.

Útselt til Føroyar – Ukraina

10. mars 2023

Eftir sigurin á Rumenia mikukvøldið, kom av álvara gongd á atgongumerkjasøluna til seinasta heimadystin í hesari EM-undankappingini, og vóru øll atgongumerkini til dystin móti Ukraina seld í gjár.