Ótrúligt! Vit vunnu European Open

Ein sonn sensasjón í Gøteborg í kvøld, tá U17-landsliðið smurdi Svøríki av í finaluni, heili 36-29, eftir 16-15 í hálvleikinum.

Føroyar blivu allarfremst av teimum 24 luttakandi liðunum í European Open. Vit hava vunnið á so mætum hondbóltstjóðum sum Spania, Noreg, Ungarn og nú Svøríki í finaluni. Eitt fantastiskt bragd av okkara ungu monnum framman fyri 6000 áskoðarum í Scandinavium í Gøteborg.

Dysturin var sera spennadi og tættur í 45 minuttir, tá okkara byrjaðu at draga frá. Verjukempan, Viktor Gaini, fekk 2 útvísingar fyrstu 6 minuttirnar av dystinum og valdu venjararnir tískil at spara hann í verjupartinum inntil seinasta korterið. Okkara hildu stand og fylgdust liðini stavn um stavn í 45 minuttir. Verjuspælið og málmansspælið var gott í báðum endum, men serliga okkara Pauli Jacobsen í stóð sera stinnur í málinum. Pauli Mittún byrjaði sera væl við fleiri málum, meðan tað serliga var Elias á Skipagøtu, sum var støðugt vandamikil í seinna hálvleiki. Sviar royndu at mansverja bæði Paula og Elias, men hinir megnaðu hvørja ferð at spæla svensku verjuna tunna og var Janus Dam Djurhuus eirindaleysur á vinstra vongi. Eisini dugdu Rói á Skipagøtu og Sveinur Olafsson sera væl at spæla seg út um svensku bakkarnar.

Um miðjan seinna hálvleik strammaðu vit við Viktor Gaini á odda um verjupartin og var nærum ógjørligt hjá svium at fáa bóltin fram við Paula í málinum. Samstundis var Elias eirindaleysur í álopinum og skoraði ferð eftir ferð við flottum málum. Tá tíggju minuttir restaðu var støðan 28-25, tá fimm minuttir restaðu var støðan 34-26 og avgjørt var.

Eftir dystin var all-star liðið kosið. Hákun West av Teigum var kosin besti høgri vongur, Pauli Jacobsen besti málverji, Elias Ellefsen á Skipagøtu fekk heiðurin sum MVP (Most valuable player) og var eisini topskjútti í kappingini.

Málskjúttar:
Elias Ellefsen á Skipagøtu 10
Janus Dam Djurhuus 6
Pauli Mittún 6
Hákun West av Teigum 5
Viktor Gaini 3
Sveinur Olafsson 3
Rói Ellefsen á Skipagøtu 2
Kristoffur Bjørgvin 1

HSF og P/F SMS leingja samstarvið

15. september 2019

Hondbóltssambandið og P/F SMS hava longt samstarvið um bestu mans- og kvinnudeildina í hondbólti, nevndar ávikavist Okkara- og SMS-deildin. Avtalan er galdandi fyri kappingarárið 2019-20.

Væleydnað dómaraskeið

12. september 2019

Seinasta vikuskiftið skipaði HSF fyri A– og B-dómaraskeiðum saman við roynda IHF dómaravegleiðaranum, Jørn Møller Nielsen.

Takk fyri stuðulin!

11. september 2019

Nú er greitt at A-landsliðið hjá monnum skal spæla HM-undankapping í januar 2020 í Luksemburg.