Ov stuttir móti Eysturríki

Hóast eitt gott avrik, so vóru eysturríkar kaldari seinastu 5 minuttirnar og vunnu 30-28, eftir hálvleiksstøðuna 14-14.

Eysturríksku hondbóltsstjørnurnar vóru kaldari, tá á stóð. Skoraðu upp á sínar kjansir, og dugdu væl at finna holini í føroysku verjuni.

Hóast unga føroyska hondbóltslandsliðið spældi ein frálíkan dyst á heimavøllinum á Hálsi í kvøld, so var tað ikki nóg mikið til stig í kvøld. Úrslitið av dystinum gjørdist 30-28.

Vit vóru fleiri, sum hildu, at Eysturríki vóru í trupulleikum, tá teir tíðliga í seinna hálvleiki fingu fleiri útvísingar, og at ein av góðu spælarunum enntá fekk reyða kortið.

Men onkursvegna høvdu teir reyðu tamarhald á dystinum alla tíðina.

Ikki tí spenningurin var stórur til tíðir. Við stórspæli frá 17 ára gamla Óla Mittún og Paula Jacobsen í málinum, leikaði spælið javnt á tað mesta av øðrum hálvleiki.

Hvørja ferð Føroyar komu upp á javnt, eydnaðist tað eysturríkarum at koma framum aftur.

Hóast Føroyar taptu, var ósigurin als einki at skammast yvir. Talan var um ein framúr dyst. Við eitt sindur meira neyvleika framman fyri málið, og eitt sindur minni panikkspæli, tá tað leikaði harðast á, so kundu Føroyar staðið seg móti eysturríkarunum.

Næstu dystirnir verða 8. og 11 mars, tá vit skulu spæla tveir dystir móti Rumenia.

Føroysku málini:
Óli Mittún 7
Hákun West av Teigum 5
Theis Horn Rasmussen 4
Leivur Mortensen 4
Tróndur Mikkelsen 3
Vilhelm Poulsen 3
Helgi H. Hoydal 1
Pauli Mittún 1

Dystargongdin:
05. min 2-2
10. min 5-3
15. min 6-7
20. min 8-11
25. min 11-12
30. min 14-14
35. min 16-16
40. min 18-19
45. min 21-22
50. min 22-23
55. min 24-27
60. min 28-30 

HSF longt við U04-venjarar

23. november 2022

HSF hevur longt sáttmálarnar við verandi venjarar hjá U04-manslandsliðnum, Hjalta Mohr Jacobsen og Djóna Gaard Joensen.

Stjóri settur í HSF

17. november 2022

Hans Jón Thomsen er settur sum stjóri í Hondbóltssambandi Føroya. Talan er um eitt nýtt starv, sum í sambandi við økta virksemi skal styrkja um umsiting og leiðslu í sambandinum.

Leikaramenning 2022-23

15. november 2022

Seinastu tvey vikuskiftini hava 250 gentur og dreingir verið til leikaramenngin hjá HSF. Talan eru um leikarar føddir í 2008, 2009 og 2010. Samlingarnar hava verið í Havn og Klaksvík.