Ov stuttir móti Russlandi

Føroyska liðið tapti seinast EM-undankappingardystin í hesum umfarinum móti Russlandi 28-23, eftir hálvleiksstøðuna 12-11 til Russlands.

Føroyska liðið byrjaði dystin rættiliga væl og skiftust liðini um at vera á odda í fyrra hálvleiki. Nicholas Satchwell í føroyska málinum stóð heilt væl tað mesta av 1. hálvleiki og høvdu russar trupult við at skora.

Russar komu betri út til seinna hálvleik og vunnu seg nøkur mál fram um. Føroyska liðið vantaði nakað av neyvleiki í ávísum pørtum av spælinum og var møði eisini at síggja á liðnum. Munurin lá leingi ímilum trý og fýra mál til útiliðið, og tað varð tyngri og tyngri at koma upp at takkla teir í reyðum – allir í bakketuni lógu um tveir metrar, og vongleikarnir vóru eisini tryggir í sínum skotum.
Føroyska liðið fall ongantíð í fátt, og føroysku áskoðarnir vóru eisini væl við. Tá beint yvir fýra minuttir vóru eftir, høvdu okkara møguleika at minka niður í tvey, men tað eydnaðist ikki, og so var spenningurin burtur.

Føroyska liðið endar aftast í bólkinum við tveimum stigum fyri seks dystir. Føroyska liðið slapp við hesum úrslitinum undan at spæla niðurflytingarspæla, sum er fyri 4 tey niðastu liðini. Føroyska liðið var næstbest av teimum 8 liðunum, sum endaðu á fjórða plássi.

Málskjúttar hjá Føroyum:
Elias Ellefsen á Skipagøtu 6 (2)
Filip Jojic 3 (2)
Peter Krogh 3
Hákun West av Teigum 2
Pætur Mikkjalsson 2
Teis Horn Rasmussen 2
Jónas Gunnarsson Djurhuus 2
Rói Berg Hansen 2
Pætur Thomsen 1

U18-menn: EM-liðið er úttikið

21. juni 2022

Venjararnir Hjalti Jacobsen og Djóni Gaard Joensen hava úttikið 16 leikarar til U18 EM-endaspælið í Montenegro.

Durita Thomsen nýggj í starvsnevndin

16. juni 2022

Aðalfundur hjá HSF var í gjár. Á skránni var m.a. val  av nevndarlimum. Nýggj í starvsnevndini er Durita Thomsen úr Klaksvík.

U18-kvinnur: HM-liðið er úttikið

14. juni 2022

Venjararnir Simon Olsen og Christoffur Gert Nielsen hava úttikið 16 leikarar til U18 HM-endaspælið í Norðurmakedonia.