Ov stuttir

Tað endaði við einum teprum tapi hjá U20 manslandsliðnum, sum í dag spældi sín fyrsta dyst í EM-kappingini í Makedonia. Føroyar taptu 24-26 fyri Litava.

Litavar løgdu seg á odda beinavegin við trimum málum, men eftir broyting í føroysku verjuni, varð leiðslan innheintað og Føroyar løgdu seg á odda. Tá farið var til hálvleiks var støðan 13-12 til Føroyar.

Stóran part av seinna hálvleiki lógu Føroyar omaná og førdu við einum og tveimum málum, men teir síðstu minuttirnar av dystinum tyktist tað sum fjáltur kom á menn. Fleiri skot vórðu brend, millum annað tvey brotskøst, og teir gjørdu feilir, ið kostaðu.

Í morgin klokkan 11.00 føroyska tíð, skulu Føroyar royna seg móti Grikklandi.

Málskjúttar:
Høgni Zachariasen 5
Niklas Højgaard Hanusarson 4
Brandur Halgirsson 3
Bartal Klein Olsen 3
Vilhelm Poulsen 3
Leivur Mortensen 2
Tróndur Wardum 2
Bergur Ákason 1
Hallur Arason 1

Teir næstbestu hjá Kyndli eru víðari

7. desember 2018

Nú er greitt, hvørji lið skulu spæla í Faxe Kondi kappingini.

Featured Video Play Icon

Eitt gott heildaravrik

3. desember 2018

Føroyar taptu 23-19 móti Sveis í sínum triðja og síðsta HM-undankappingardysti.

Føroyafjepparar til landsdyst

2. desember 2018

Føroyar! Føroyar! varð rópt á hálvbrotnum føroyskum.