Rakul Wardum besti málverji

Føroyski málverjin og liðskiparin Rakul Wardum var kosin besti málverji í U19-kappingini.

Eins og vanligt er til endaspøl verður eitt all-star lið kosið eftir kappingarlok. Soleiðis var eisini til Euro Championship kappingina í Skopje í Makedonia og var føroyski málverjin Rakul Wardum kosin besti málverji.

Rakul hevur staðið eina sera góða kapping og havt eitt høgt bjarginarprosent.

Holland vann kappingina og tapti Holland bert hin eina dystin í kappingini, nevnliga móti Føroyum.

Tveir landsdystir móti Finnlandi

21. mars 2023

Føroyska kvinnulandsliðið skal spæla tveir dystir móti Finnlandi, ávikavist 4. og 5. apríl. Talan er um venjingardystir.

Lakari avrik móti Rumenia

11. mars 2023

Tað er stórur munur á heima- og útivølli í hondbólti. Hetta má staðfestast eftir stóra ósigurin móti Rumenia í dag. Føroyska manslandsliðið gjørdi nógv álopsmistøk og brendu nógvar málmøguleikar. Føroyar taptu 25-17, eftir 14-10 til rumenar í hálvleikinum.

Útselt til Føroyar – Ukraina

10. mars 2023

Eftir sigurin á Rumenia mikukvøldið, kom av álvara gongd á atgongumerkjasøluna til seinasta heimadystin í hesari EM-undankappingini, og vóru øll atgongumerkini til dystin móti Ukraina seld í gjár.