Respect Your Talent

Jana Mittún, sum spælir við føroyska U18-landsliðnum, luttók í vikuskiftinum í “Respect Your Talent” átakinum hjá EHF í Wien.

Jana kom á all star liðið til EM-kappingina í summar og fingu allar hesar eina innbjóðing at luttaka í átakinum og at vera ambassadørar fyri Respect Your Talent.

EHF vil við átakinum stimbra kvinnuliga leiðaraleiklutinum í hondbólti og somuleiðis vísa á yrkismøguleikar eftir at leikarakarrieran er av.

Á skránni vóru m.a. hesi evni, tvíbýtta yrkisleiðin, anti-doping, samskiftisvenjing, sosialir miðlar og ítróttarlóggáva. Evnini vóru viðgjørd saman við fleiri kendum hondbóltsleikarum, sum nú hava stillað hondbóltsskógvarnar, men enn eru aktivar í hondbóltinum í øðrum leikluti, m.a. Anja Althaus og Kari Grimsbø.

HM-lutakast hjá kvinnum

27. juni 2022

Mikudagin kl. 10.00 verður lutakastið til HM-undankappingina hjá kvinnum.

U18-menn: EM-liðið er úttikið

21. juni 2022

Venjararnir Hjalti Jacobsen og Djóni Gaard Joensen hava úttikið 16 leikarar til U18 EM-endaspælið í Montenegro.

Durita Thomsen nýggj í starvsnevndin

16. juni 2022

Aðalfundur hjá HSF var í gjár. Á skránni var m.a. val  av nevndarlimum. Nýggj í starvsnevndini er Durita Thomsen úr Klaksvík.