Rógvi avloysir Rók

Í næstu viku skal A-landsliðið hjá monnum spæla tríggjar EM-undandystir, tveir móti Russlandi og ein móti Kekkia. Tíverri verður Rókur Akralíð ikki partur av hópinum, tí hann er vorðin skaddur.

Rókur hevur tíverri fingið ein skaða í ryggin at dragast við og noyðist harvið at geva avboð. Í hansara stað hava landsliðsvenjararnir úttikið Rógva Dal Christiansen, sum dagliga spælir í íslendska felagnum Fram.

Føroyar spæla móti Russlandi í Moskva mikudagin 28. apríl, móti Kekkia í Havn fríggjadagin 30. apríl og í havn móti Russlandi sunnudagin 2. mai.

Tveir landsdystir móti Finnlandi

21. mars 2023

Føroyska kvinnulandsliðið skal spæla tveir dystir móti Finnlandi, ávikavist 4. og 5. apríl. Talan er um venjingardystir.

Lakari avrik móti Rumenia

11. mars 2023

Tað er stórur munur á heima- og útivølli í hondbólti. Hetta má staðfestast eftir stóra ósigurin móti Rumenia í dag. Føroyska manslandsliðið gjørdi nógv álopsmistøk og brendu nógvar málmøguleikar. Føroyar taptu 25-17, eftir 14-10 til rumenar í hálvleikinum.

Útselt til Føroyar – Ukraina

10. mars 2023

Eftir sigurin á Rumenia mikukvøldið, kom av álvara gongd á atgongumerkjasøluna til seinasta heimadystin í hesari EM-undankappingini, og vóru øll atgongumerkini til dystin móti Ukraina seld í gjár.