EHF hevur gjørt av, at fyribils útihýsa Russlandi og Hvítarusslandi úr altjóða kappingum. Hetta orsakað av russisku innrásini í Ukraina, sum eisin er stuðlað av Hvítarusslandi.
Hetta merkir, at HM play-off-dystirnir hjá A-landsliðnum hjá monnum móti Hvítarusslandi ikki verða leiktir 16. og 20. mars. Føroyar kemur við hesum beinleiðis til seinasta play-off umfarið, har Føroyar skal møta Týsklandi í páskavikuni á útivølli mikudagin 13. apríl og á heimavøll leygardagin 16. apríl.
HM-lutakast hjá kvinnum
27. juni 2022
Mikudagin kl. 10.00 verður lutakastið til HM-undankappingina hjá kvinnum.
U18-menn: EM-liðið er úttikið
21. juni 2022
Venjararnir Hjalti Jacobsen og Djóni Gaard Joensen hava úttikið 16 leikarar til U18 EM-endaspælið í Montenegro.
Durita Thomsen nýggj í starvsnevndin
16. juni 2022
Aðalfundur hjá HSF var í gjár. Á skránni var m.a. val av nevndarlimum. Nýggj í starvsnevndini er Durita Thomsen úr Klaksvík.