Saman við Mowi til 2024

HSF og alifyritøkan Mowi hava longt verandi samstarvsavtalu fram til 2024. Mowi er ein av stórstuðlunum hjá HSF og bera øll landsliðini vørumerki Rinka á klæðunum.

Gunn Ellefsen, forkvinna í HSF, og Hans Jákup Mikkelsen, hittust fríggjadagin á høvuðsætinum hjá Mowi á Heygsstøð á Strondum, har sáttmálin var undirskrivaður. Mowi, áður Marine Harvest, er í dag drúgvasti landsliðsstuðul hjá HSF og hevur verið í menningini síðani 2013.

– Gunn Ellefsen viðmerkir, at Mowi er ein framleiðari, sum stendur fyri nýhugsan, menning og høgum krøvum, og er hetta eisini virðir vit royna at standa fyri í hondbóltinum. Mowi hevur stuðlað og trúð uppá menningina frá tí at vit virkaðu undir meira eyðmjúkum korum, og tað eru vit takksom fyri.

– Hans Jákup Mikkelsen, stjóri á Mowi, fegnast um eyðsýndu framgongdina hjá bæði teimum vaksnu og ungu landsliðunum, á bæði mans- og kvinnusíðuni. Eins og vit sum fyritøka, setur føroyski hondbólturin sær høg mál og vilja vit gjarna vera við og stuðlu tílíkum framfýsnum virksemi.

Atgongumerki til sølu

31. januar 2023

Kl. 12.00 í dag koma atgongumerki til komandi steypafinalurnar og manslandsdystir til sølu. Atgongumerkini fáast til keyps á atgongumerki.fo.

Hesi halda skil á landsliðunum

26. januar 2023

Øll landsliðini hjá HSF hava ein liðleiðara tilknýttan, sum tryggjar at venjingar, kappingar og virksemi kring liðini sum heild gongur smidliga.

Spennandi HM-lutakast

17. januar 2023

Føroysku U21-mennirnir fingu eitt gott og spennandi lutakast til HM-endaspælið. Føroyar komu í bólk D saman við Spania, Japan og Angola.