Seinasta leikaramenning fyri U14

Leygardagin 23. januar var seinasta leikaramenning fyri U14, árgangur 2006 og 2007, hetta kappingarárið.

Venjingin var á Argjahamri, har dentur var lagdur á verjuspæl við serligum atliti til flytføri, framskygni og  at stjala bóltar.

Genturnar í árgangi 06 og 07 enda teirra leikaramenning við einari venjingarlegu uttanlands. Tað er tó enn óvist, nær hendan verður vegna korona. Komandi kappingarár verður árgangurin til eitt landslið, har fyrsta uppgávan er U16 European Open 2022.

Dreingirnir halda áfram í leikaramennigini í eitt ár afturat, men komandi kappingarár koma árgangirnir 06 og 07 at venja saman, og koma at hava fleiri venjingar á skrá, og koma at enda við einari venjingarlegu uttanlands um várið 2022.

Venjarar eru: Morten Helwig og Jóhan Hofgaard hjá gentunum, meðan Christoffur Gert Nielsen og Terji Mørk eru venjarar hjá dreingjunum. Mladen Meri Mjerimacka er málverjavenjari.

Leikaramenning fyri árgangin 2008 hevur eina samling eftir hetta kappingarárið, og er hon í døgunum 27. – 28. februar.

Bók um Elias

30. november 2022

Elias – ein hondbóltsstjørna, er heitið á nýggjari barnabók, sum Páll Holm Johannesen hevur skrivað.

Europeiskur hondbóltur á Hálsi

28. november 2022

Komandi vikuskiftið skulu H71-kvinnur spæla dystir í European Cup móti DHC Slavia Praha.

HSF longt við U04-venjarar

23. november 2022

HSF hevur longt sáttmálarnar við verandi venjarar hjá U04-manslandsliðnum, Hjalta Mohr Jacobsen og Djóna Gaard Joensen.