Seinni landsdysturin eisini útsettur

  • Eftir ætlan skuldu Føroyar og Kekkia spæla seinna EM-undankappingardystin sínamillum komandi  leygardag í Pilzen í Kekkia. Hesin dysturin er nú eisini útsettur.

Kappingarleiðslan í EHF boðaði seinnapartin í dag frá, at dysturin eisini verður útsettur, eftir at tað var greitt, at átta persónar í ferðalagnum hjá Kekkia, sum var í Føroyum, vóru smittaðir við koronu. Kappingarleiðslan hevur gjørt eina meting av støðuni og metir, at vandin fyri at spjaða smittu er ov stórur. Føroyska liðið skuldi eftir ætlan avstað til Kekkia í morginárini, men verður hetta nú av ongum.

Enn er ikki greitt, nær dystirnir verða leiktir.

U18-menn: EM-liðið er úttikið

21. juni 2022

Venjararnir Hjalti Jacobsen og Djóni Gaard Joensen hava úttikið 16 leikarar til U18 EM-endaspælið í Montenegro.

Durita Thomsen nýggj í starvsnevndin

16. juni 2022

Aðalfundur hjá HSF var í gjár. Á skránni var m.a. val  av nevndarlimum. Nýggj í starvsnevndini er Durita Thomsen úr Klaksvík.

U18-kvinnur: HM-liðið er úttikið

14. juni 2022

Venjararnir Simon Olsen og Christoffur Gert Nielsen hava úttikið 16 leikarar til U18 HM-endaspælið í Norðurmakedonia.