Select, Sport24 og HSF hava gjørt nýggjan 4-ára sáttmála

Seinastu 6 árini hava hondbóltslandsliðini hjá Føroyum spælt í klæðum frá Select. Sáttmálin við Select og Sport24, sum er veitari hjá Select í Føroyum, er nú longdur í 4 ár.

Nýggja avtalan um klædnastuðul varð undirskrivað herfyri á høvuðsskrivstovuni hjá Skálkur-samtakinum á Tinghúsvegnum, har Jógvan Emil Nielsen, næstformaður í HSF, Petur Sólbjørnsson Thomsen, handilsleiðari í Sport24 og Henrik Dahl Kjærgaard, søluráðgevi hjá Select, hittust.

Samstarvið við Select og Sport24 hevur verið framúr og byrjaði longu áðrenn vit av álvara høvdu fingið okkara landsliðsarbeiði í fasta legu. Teir hava trú uppá okkum, og hevur samstarvið verið við til at tryggja framgongdina, viðmerkir Jógvan Emil Nielsen vegna HSF.

Henrik Dahl Kjærgaard viðmerkir, at føroysku landsliðini vóru millum tey fyrstu, sum bóru hondbóltsklæðir frá Select, tá hesi komu í framleiðslu. Hann fegnast um, at føroysku landsliðini hava verið við at bera merki fram og góðu undirtøkuna klæðini hava fingið.

Sport24 er veitari av Select í Føroyum og umsitir sáttmálan fyri Select. Vit eru glað og errin av at samstarva við hondbóltin í Føroyum. Framgongdin hjá landsliðunum hevur verið eyðsýnd og vilja vit gjarna lata Føroyar gott í á vøllinum, sigur Petur Sólbjørnsson Thomsen í stuttari viðmerking.

Í næstum kemur ein nýggj landsliðsblusa, sum verður at fáa til keyps bæði í Sport 24 í SMS og umvegis nethandilin hjá Sport 24.

Sáttmálin er galdandi til 31. desember 2025.

U18-menn: EM-liðið er úttikið

21. juni 2022

Venjararnir Hjalti Jacobsen og Djóni Gaard Joensen hava úttikið 16 leikarar til U18 EM-endaspælið í Montenegro.

Durita Thomsen nýggj í starvsnevndin

16. juni 2022

Aðalfundur hjá HSF var í gjár. Á skránni var m.a. val  av nevndarlimum. Nýggj í starvsnevndini er Durita Thomsen úr Klaksvík.

U18-kvinnur: HM-liðið er úttikið

14. juni 2022

Venjararnir Simon Olsen og Christoffur Gert Nielsen hava úttikið 16 leikarar til U18 HM-endaspælið í Norðurmakedonia.