Sigur á Italia eftir drama á Hálsi

Føroyar eru við í kappingini um víðari luttøku í HM-undankappingini eftir ein sera dramatiskan eitt-málssigur á Italia, 27-26.

Eftir eitt lakari avrik móti Luksemborg í gjár, reisti føroyska liðið seg móti Italia í dag. Føroyar vunnu tætta dystin 27-26, eftir at okkara vóru aftanfyri 11-13 í hálvleikinum.

Dysturin var málfátækur at byrja við, har verjurnar stóðu væl. Eftir 10 minuttir var støðan 2-1 til Føroyar, og var Pauli Jacobsen í føroyska málinum serliga eyðsýndur við fleiri stórbjargingum. Liðini fylgdust allan fyrra hálvleik, men legði Italia seg fram um við tveimum beint fyri hálvleik.

Føroyar byrjaðu seinna hálvleik sera væl og ótu leiðsluna leiðsluni hjá Italia eftir stuttari løtu. Eftir 5 minuttir vóru okkara frammanfyri 15-14. Føroyska liðið spældi væl hesa løtuna og vóru eitt skifti á odda 20-17, áðrenn italiumenn aftur minkaðu um munin. Dysturin var hereftir tættur og skiftist liðini um leiðsluna. Italia var frammanfyri 25-24, men Filip Jojic javnaði til 25-25, so legði Hákun West av Teigum Føroyar á odda 26-25. Italia javnaði til 26-26, og tað var góð mynd av avrikinum, tá ið Theis Horn Rasmussen stríddi seg til at skora. So var 27-26. Italia fór í álop við sjey ímóti seks, men tað eydnaðist ikki at skora.

Eyðsýndir hjá Føroyum vóru serliga Tróndur Mikkelsen, ið var toppskjútti við sjey málum og var framúr í álopspartinum. Hákun West av Teigum var aftur tryggur á høgra veingi. Hann var næstbesti málskjúttin við seks málum. Eisini var yngsti maðurin á liðnum,Pauli Mittún, sera vælspælandi á miðjuni og spældi við stórum sjálvsáliti og góðum hugflogi.

Einki er avgjørt í bólki 4 í HM-undankappingini, har øll liðini enn kunnu koma víðari. Støðan sæst her:
Men’s World Championship 2021 Qualification Europe (eurohandball.com)

Leiksskráin í morgin sær soleiðis út:
Sunnudagin 16. januar
kl. 15.30 Italia – Luksemborg
kl. 18.00 Føroyar – Lettland

Málskjúttar (mál/skot):

Tróndur Mikkelsen 7
Hákun West av Teigum 6
Vilhelm Poulsen 3
Rói Berg Hansen 3
Teis Horn Rasmussen 2
Peter Krogh 2
Pauli Mittún 2
Filip Jojic 1
Jónas Gunnarson Djurhuus 1

Bjargingar:
Pauli Jacobsen 15/40

Dystargongdin:
5 min: 0-0
10 min: 2-1
15 min: 5-5
20 min: 7-6
25 min: 10-10
30 min: 11-13
35 min: 15-14
40 min: 18-15
45 min: 20-17
50 min: 21-22
55 min: 23-24
60 min: 27-26

U18-landsliðið hjá kvinnum úttikið

20. mai 2022

Landsliðsvenjararnir, Simon Olsen og Christoffur Gert Nielsen, hava úttikið hesar  16 leikarar til dystirnar móti Íslandi 4. og 5. juni í Íslandi.

Landsliðsvirksemi í summar

19. mai 2022

HSF hevur eina rúgvusmikla landsliðsskrá fyri ungdómslandsliðini í summar.

Aðalfundur 2022

18. mai 2022

Hondbóltssambandið boðar við hesum frá, at árligi aðalfundurin verður mikudagin 15. juni klokkan 18.30 í kantinuni í Hoyvíkshøllini.