Sjálvstøðug venjing

Haldið venjingina við líka!

Næstu tvær vikurnar eru hallirnar í Føroyum stongdar. Tað verður tí ikki møguligt at venja, spæla, ella fara til hondbólt. Hetta merkir tó ikki, at øll nú skulu vera púra óvirkin. Vit hava tí, saman við Hera Ziska, sum er kropsligur venjari hjá HSF, gjørt nøkur uppskot til, hvussu venjast kann í hesum steðginum.

Fleiri góðar grundir eru til at vera virkin, hóast venjingarhølini eru stongd. T.d
1. Færri skaðar verða, tá dystirnir og virksemi byrjar aftur.
2. Stundir eru til at gera ymiskar kropsligar venjingar, sum vanliga ikki verða gjørdar, meðan kappingin koyrir. T.d skaðafyribyrgjandi, einstakir vøddabólkar o.s.fr
3. Góðar stundir eru til tekniskar venjingar heima, sum ikki fylla so nógv til vanligu hallarvenjingarnar. T.d serligar fintir, skotvariantar móti veggi, skrúvubóltar o.s.fr.

Heri Ziska hevur gjørt eina styrki- og konditiónsskrá, sum kann lagast eftir tí virksemi, sum einstaki íðkarin hevði fyri steðgin. Tað merkir, at um ein íðkari, undan steðginum, vandi tríggjar ferðir hondbólt, so kann viðkomandi ístaðin renna tríggjar ferðir. Sama er galdandi fyri styrkivenjingina. Men viðvíkjandi styrkivenjingini mæla vit til, at øll venja minst tríggjar ferðir styrki í hesum tíðarskeiðinum.

Nógvir hættir eru at venja skaðafyribyrgjandi fyri m.a. knø, akslar og fótliðir. Hesar venjingar eru tíverri tíðum raðfestar ov lágt í dagligu venjingini. Komandi tíðarskeið gevur okkum høvi at styrkja hendan partin. Øll kunnu venja viðmæltu styrki- og konditiónsvenjingarnar, m.a tí, at í styrkivenjingini verður bara egin kropsvekt brúkt.

Vit skulu undirstrika, at hendan venjingin, fyri íðkarar, sum hava vant styrki leingið, ikki vigar upp í móti klassisku styrkivenjingini, men nú tann møguleikin ikki er, er hetta eitt tað besta vit kunnu seta ístaðin.

Tak venjingarætlanina niður her:
Ung og vaksin 13 og uppeftir
Børn 8-12

U18-menn: EM-liðið er úttikið

21. juni 2022

Venjararnir Hjalti Jacobsen og Djóni Gaard Joensen hava úttikið 16 leikarar til U18 EM-endaspælið í Montenegro.

Durita Thomsen nýggj í starvsnevndin

16. juni 2022

Aðalfundur hjá HSF var í gjár. Á skránni var m.a. val  av nevndarlimum. Nýggj í starvsnevndini er Durita Thomsen úr Klaksvík.

U18-kvinnur: HM-liðið er úttikið

14. juni 2022

Venjararnir Simon Olsen og Christoffur Gert Nielsen hava úttikið 16 leikarar til U18 HM-endaspælið í Norðurmakedonia.