Sjónvarp, útvarp og stroyming

Faxe Kondi steypafinalurnar í vikuskiftinum verða væl dekkaðar av fjølmiðlunum við sjónvarpi, útvarpi, stroyming og tekstafrásøgn.

Kringvarpið sendir kvinnu- og mansdystin beinleiðis í sjónvarpinum og fer FM1 eisin at útvarpa dystirnar. Hartil verða skrivandi fjølmiðlarnir eisini á staðnum við tekstafrásøgn og videobrotum.

Hartil verða allar ungdómsfinalur stroymdar á youtube síðuni hjá HSF:
https://www.youtube.com/channel/UC2f00y1TOckrXcYRCKst_Aw/live

Leiksskráin
Leygardagin 15. februar:
kl. 13.30 Kvinnur: VÍF – H71
kl. 16.00 Menn: Kyndil – H71
Kl. 18.00 G18: Kyndil – H71
Kl. 19.30 D18: Neistin – H71 b

Sunnudagur 16. februar:
Kl. 12.50 G10: VÍF – StÍF
Kl. 13.30 D10: H71 a – H71 b
Kl. 14.10 G12: H71 – VÍF
Kl. 15.00 D12: H71 – Neistin
Kl. 15.50 G14: H71 – StÍF
Kl. 16.50 D14: H71 – Neistin
Kl. 17.50 G16: Kyndil – Neistin
Kl. 19.25 D16: H71 b – VÍF

Intersport Night Cup 2023

26. september 2023

Nýtið heystfrítíðina aktivt! VÍF bjóðar aftur í ár øllum hondbóltstáhugaðum at luttaka í  ársins Intersport Night Cup. Kappingin verður fyri U10, U12 og U14 gentur og dreingir. 

Neistin víðari og H71 úti

26. september 2023

Bæði H71-kvinnur og Neistakvinnur vunnu annan European Cup dyst í vikuskiftinum. Hjá H71 var hetta tó ikki nokk, tá tær taptu stórt í fyrra dystinum, meðan Neistin vann eftir brotskast kapping.

Hesar 16 møta Svøríki og Íslandi

21. september 2023

Landsliðsvenjararnir, Claus Mogensen og Simon Olsen, hava úttikið hesar 16 leikarar til EM-undandystirnar móti Svøríki og Íslandi, ávikavist tann 12. og 15. oktober.