Skeið fyri sjálvboðin

Ein tann týdningarmiklasti parturin av einum felagi eru tær eldsálirnar, ið hvønn dag gera eitt ómetaliga stórt sjálvboðið arbeiði í felagnum. Fyri at reka eitt felag er neyðugt við einum stórum toymi av hjálparfólki, ið hava ymiskar førleikar, og tí kunnu átaka sær ymiskar uppgávur.

Tað er FSF, sum skipar fyri skeiðnum, men eru HSF og hondbóltsfeløgini eisini boðin.

Á skeiðinum verður komi inn á, hvørjar avbjóðingar feløg hava við at fólk at vera virkin í felagnum. Hugt verður eftir, hvat kann gerast, fyri at fáa fleiri sjálvboðin at taka lut í feløgunum, og hvat kann gerast fyri at varðveita tey, sum gera sjálvboði arbeiði í felagnum.

Undirvísari verður Lasse F. Pedersen frá Ingerfair, ið er ein fyritøkan, ið hevur arbeiði við sjálvbodnum sum sergrein. Møguleiki er at lesa meira um Ingerfair á heimasíðu teirra: https://www.ingerfair.dk/

Skeiðið verður tann  16. mai 2020 kl. 09:00 til 15:00 í Tórshavn. Málbólkurin eru nevndarlimir og onnur ábyrgdarfólk í feløgunum.

GG! Um verandi korona støðan ger, at tað ikki er møguleiki av savnast í mai verður skeiðið skipa sum “webinar”.

Tað er ókeypis at luttaka, og tilmelding fer fram á: https://fsf.atgongumerki.fo/webshop/event/1130793/order/info

Lutakastið til EM22-undankappingina

2. juni 2020

Um tvær vikur, týsdagin 16. juni kl. 16.00, verður lutakastið til komandi EM-undankappingina hjá monnum.

Felagsvenjing fyri kvinnulandsliðini

26. mai 2020

Í vikuskiftinum var felagsvenjing fyri kvinnulandsliðini hjá HSF. Talan er um A-landsliðið, U18 og U16, sum vóru savnaði í Høllini á Hálsi.

Faroe Islands Handball Cup í Vági

18. mai 2020

Í august í ár verður á fyrsta sinni skipað fyri stórari hondbóltskappingin í Vági undir heitinum Faroe Islands Handball Cup.