Skeið í skaðafyribyrgjandi venjing

Mikudagin og hósdagin 17. og 18. august verður skeið í skaðafyribyrgjandi venjing. Tað er Anja Greve, sum m.a. er fysioterapeut hjá danska manslandsliðnum, sum stendur fyri skeiðnum.

Skeiðið verður í Høllini á Hálsi, báðar dagarnar frá kl. 16.00 – 22.00. Anja hevur fleiri ferðir verið í Føroyum og hildið skeið fyri føroyskum fysioterapeutum og er skeiðið hesuferð eisini fyri venjarum øllum í hondbóltsumhvørvinum, sum hava áhugað í fysioterapi, skaðum og skaðafyribyrgjandi venjingum.

Skeiðið kostar 800 kr. fyri báðar dagarnar og kann meldast til við at senda teldupost til mark@hsf.fo. Konto nr. 6460 1012896.

Skráin fyri skeiðið:
Mikudagin 17/8
16.00 Innleiðsla við Anja Greve
16.30 Opið prát um skaðafyribyrgjandi venjingar – hvat og hvussu
17.30 Steðgur
18.00 Í høllini – dømi um skaðafyribyrgjandi venjingar
19.00 Nátturði
20.00 Í høllini – dømi um skaðafyribyrgjandi venjingar
21.30 Samanumtøka og spurningar

Hósdagur 18/8
16.00 Hvussu kunnu tit seta í verk skaðafyribyrgjandi venjing
17.00 Skaðafyribyrgjandi liðvenjingar
18.00 Kjak og spurningar
18.30 Nátturði
19.30 Cases – møguleiki fyri at hyggja eftir ítøkiligum skaðum, útgreining og prát um skaðafyribyrgjandi átøk
21.30 Spurningar og samanumtøka

Tveir landsdystir móti Finnlandi

21. mars 2023

Føroyska kvinnulandsliðið skal spæla tveir dystir móti Finnlandi, ávikavist 4. og 5. apríl. Talan er um venjingardystir.

Lakari avrik móti Rumenia

11. mars 2023

Tað er stórur munur á heima- og útivølli í hondbólti. Hetta má staðfestast eftir stóra ósigurin móti Rumenia í dag. Føroyska manslandsliðið gjørdi nógv álopsmistøk og brendu nógvar málmøguleikar. Føroyar taptu 25-17, eftir 14-10 til rumenar í hálvleikinum.

Útselt til Føroyar – Ukraina

10. mars 2023

Eftir sigurin á Rumenia mikukvøldið, kom av álvara gongd á atgongumerkjasøluna til seinasta heimadystin í hesari EM-undankappingini, og vóru øll atgongumerkini til dystin móti Ukraina seld í gjár.