Skeið við XPS Sideline

Í vikuskiftinum var skeið og kunnandi fundur millum hondbóltsfeløgini og XPS Sideline, um møguleikar at fáa allar dystir greinaðar í Burn og SMS deildini frá kappingarárinum 2022/2023.

XPS Sideline er eitt talgilt ítróttararbeiðsforrit, sum kann nógv ymiskt, m.a. kalendaristýring, hagfrøði og planlegging av ymsum slag, men tó fyrst og fremst er eitt video greiningarforrit, sum kann hjálpa leikarum, venjarum, feløgum og landsliðum til menningar og kappingarfyrimunir.

Fundurin millum XPS Sideline og feløgini var jaligur og stendur tað feløgunum í boði, at taka forritið í brúk til komandi kappingarár og fáa allar dystir í fremstu deildunum greinaðar.

U18-landsliðið hjá kvinnum úttikið

20. mai 2022

Landsliðsvenjararnir, Simon Olsen og Christoffur Gert Nielsen, hava úttikið hesar  16 leikarar til dystirnar móti Íslandi 4. og 5. juni í Íslandi.

Landsliðsvirksemi í summar

19. mai 2022

HSF hevur eina rúgvusmikla landsliðsskrá fyri ungdómslandsliðini í summar.

Aðalfundur 2022

18. mai 2022

Hondbóltssambandið boðar við hesum frá, at árligi aðalfundurin verður mikudagin 15. juni klokkan 18.30 í kantinuni í Hoyvíkshøllini.