Skráin fyri hálvfinalurnar

Fyrra hálvfinalurnar í Faxe Kondi kappingini verða mikukvøldið og hóskvøldið, meðan seinnu hálvfinalurnar verða sunnudagin.

Tveyararnir í bólkaspælinum hava heimavøll fyrst og vinnararnir hava heimavøll í seinna dystinum.

Í hálvfinaluni hjá kvinnum hittast H71 og VÍF og Stjørnan og Kyndil. Hjá monnum hittast KÍF og Neistin og Kyndil og H71.

Um liðini vinna hvør sín dyst, er tað málmunurin, sum er avgerandi.

Allir dystirnir kunnu stroymast á kvf.fo og hoyrast á FM1.

Kvinnurnar møta Sveis og Hvítarusslandi

8. juli 2020

Føroysku kvinnurnar skulu møta Hvítarusslandi og Sveis í HM-undankappingini.

Fleiri enn 500 børn og ung tilmeldaði til Faroe Islands Handball Cup í Vági

3. juli 2020

Í august verður hondbóltskappingin Faroe Islands Handball Cup á fyrst sinni í Vági. Og nú tilmeldingarfreistin er farin eru tað meldaði 59 lið til kappingina og tilsamans fleiri enn 500 børn og ung, sum koma til Vágs at kappast í døgunum 3. til 5. august.

Lutakastið til HM-undankappingina hjá kvinnum

29. juni 2020

Mikudagin 8. juli kl. 14.00, verður lutakastið til komandi HM-undankappingina hjá kvinnum.