Skráin fyri hondbóltsskúlan

Her sæst skráin fyri hondbóltsskúlan hjá HSF, sum verður í hallunum í Havn, Argjum og Hoyvík mánadagin 5. august og týsdagin 6. august. Tak skránna og leikarayvirlitið niður her.

Býtið merki við, at tvey bløð eru í excel skjalinum – ein yvirskipað skrá og eitt yvirlit yvir hvar hvør leikari skal vera hvønn dag. Leikarayvirlit-Hondbóltsskúli-5-og-6.-august-2019-1 (1)

Leikararnir fáa áðrenn venjingarnar byrja ein bólt, eina t-shirt og ein vatndunk. Ávegis í venjingini fáa leikararnir eisini eitt ábit, frukt og okkurt at drekka. Alt annað, sum leikarunum tørva, mugu teir hava við sjálvir.

Leikararnir, sum luttaka á hondbóltsskúlanum, fáa eitt atgongumerki til framsýningardystin millum føroyska A-landsliðið við monnum og danska stórfelagið BSV, sum verður í Høllini á Hálsi mikudagin tann 7. august, kl. 20.00.

U18-landsliðið hjá kvinnum úttikið

20. mai 2022

Landsliðsvenjararnir, Simon Olsen og Christoffur Gert Nielsen, hava úttikið hesar  16 leikarar til dystirnar móti Íslandi 4. og 5. juni í Íslandi.

Landsliðsvirksemi í summar

19. mai 2022

HSF hevur eina rúgvusmikla landsliðsskrá fyri ungdómslandsliðini í summar.

Aðalfundur 2022

18. mai 2022

Hondbóltssambandið boðar við hesum frá, at árligi aðalfundurin verður mikudagin 15. juni klokkan 18.30 í kantinuni í Hoyvíkshøllini.