Skulu vinna fleiri heimadystir

StÍF endaði á einum fimta plássi í fjør við 18 stigum. Tað eiga teir at klára betur.

Tað sigur Jóannes Prestá.

– Alt ov nógvir dystir koppaðu skeiva vegin, og vit fingu ov fá stig á heimavølli. Tað má broytast. Tað skal vera trupult hjá ørðum at spæla á Skála, sigur bakkspælarin.

Jóannes Prestá flutti aftur til Føroya í februar í ár eftir loknan lestur, og fekk tí bara um endan av farna kappingarári. Hann gjørdi tó beinavegin stóran mun fyri liðið.

– Eg eri væl fyri, og vit hava allir arbeitt hart í summar. Vit vilja allir gera okkara ítarsta, sigur Jóannes.

StÍF hevur mist ein sera týdningarmiklan leikara í Allani Norðberg, sum er farin til Íslands at spæla. Danski málverjin, Joakim Jurs, er farin til KÍF.

– Liðið er nakað broytt. Vit hava mist nakrar leikarar, men eisini fingið onkran, og teir ungu eru vorðnir eitt ár eldri og fara væntandi at fáa størri leiklut.

Um vikuskiftið spældi StÍF sín fyrsta dyst í landskappingini, sum var móti VÍF. Teir taptu við fýra málum. Teir máttu spæla uttan spæliskiparan, Pætur Johansen, sum tó er við næsta dyst. Stórskjúttin, Sveinur Justinussen, kom illa til skaða undir dystinum og hevur slitið hælsinuna og verður væntandi úti alt árið. Tað upplýsir venjarin, Dia Midjord.

Tey eru kortini bjørtskygd í StÍF, sum ætlar í fyrstu syftu at fáa fleiri stig enn seinasta kappingarár. Nú er kapingarlesiturin broyttur, so málið er eisini at røkka teimum fremstu fýra plássunum.

– Eg vænti og vóni, at vit fáa eitt spennandi kappingarár, har øll liðini klára at taka stig frá hvørjum øðrum. Gamalt var, at StÍF vóru góðir í steypakappingini. Tað hevði eisini verið sera stuttligt at klára seg væl har í ár, sigur Jóannes Prestá.

Toppskjúttarnir í Okkara- og SMS-deildini

16. oktober 2018

Hondbóltsárið 2018/19 er væl í gongd og fyrsti listin við toppskjúttum frá fyrstu umførunum er gjørdur. 

Night Cup í Vestmanna

14. oktober 2018

Á hvørjum ári í heystfrítíðini skipar VÍF fyri Night Cup, sum er kapping fyri U10, U12 og U14. Í ár verður kappingin 18.- 19. oktober. 

A-landsliðið úttikið

11. oktober 2018

Nú er greitt, hvussu manslandsliðið verður mannað til dystirnar móti Montenegro og Danmark síðst í mánaðinum. Hópurin varð kunngjørdur á tíðindafundi í høvuðssætinum hjá BankNordik fyri løtu síðan.