Sleppið børnunum framat!

HSF fer í verandi ári, at hava sjóneyku á evnini felagsskapurin og menningarumhvørvi, har vit fara at vísa á og viðgera áhugaverdar greinar frá fólki í hondbólts- og øðrum ítróttarhøpi.

Í hesum sambandi vilja vit vísa á greinina hjá miðlinum playmaker.nu við heitinum ”Talentudvikling eller talentafvikling? Hvordan skaber vi et fundament, der betaler sig på den lange bane?”

Fyrsta niðurstøðan í greinini í mun til talentmenning er, “lat børnunum og teimum ungu lykilin til høllina og lat tey spæla”. HSF er eisini av tí áskoðan, at hetta er ein av teimum mest týdningarmiklu fortreytunum fyri menning í hondbólti, og fyri so vítt øllum ítróttargreinum. Tískil ein áheitan til allar kommunur, hallarvarðar, foreldur o.s.fr. um at sleppa børnum og ungum framat ítróttarkervinum bæði til fyrimuns fyri ítróttin og trivnaðin.

Greinin kann lesast her: louise_kamuk_storm_talentudvikling_eller_talentafvikling.pdf (sdu.dk) ella Indlæg: Talentudvikling eller talentafvikling? — Playmaker

European Cup hondbóltur í Vestmanna

29. november 2023

Komandi vikuskiftið verða tveir spennandi European Cup dystir í Vestmanna, tá mansliðið hjá VÍF fær vitjan av SSV Brixen úr Italia.

Byggja víðari saman við Búsetri

27. november 2023

Hondbóltssambandið og byggivirkið Búsetur hava longt sponsorsamstarvið, har fyritøkan verður verandi ein av sjónligu stuðlunum hjá HSF fram til 2026.

U20-kvinnur: Tepurt tap fyri vertunum

25. november 2023

Talan gjørdist eisini um tap í fjórða og seinasta HM-undankappingardystinum hjá føroysku U20-kvinnunum. Føroyar taptu 30-28 fyri vertunum úr Serbia, eftir at hálvleiksstøðan var 17-13 til Serbia.