So bragdaði!

Føroyska manslandsliðið vann í kvøld ein søguligan 27-26 sigur á Kekkia, eftir støðuna 11-12 í hálvleikinum.

Sigurin er søguligur, tá hetta er fyrsti sigur í aðru fasu í EM-undankapping  hjá Føroyum.

Dysturin gekk javnt á fyrstu løtuna, men kempaðu okkara aftur við stinna kekkiska málverjan Martin Galia. Hann var okkum ein marra í dystinum í Kekkia fyrr í ár og vísti hann aftur sínar dygdir. Føroyska fylgdi tó væl við kekkum og trý skjót mál á rað beint helt føroyska liðið inni í dystinum. Hálvleiksstøðan var 12-11 til Kekkia. Ungi Elias á Skipagøtu var eyðsýdnur í fyrra hálvleiki, har hann skeyt fleir góð mál og legði upp til fleiri og var Filip Jojic eisini tryggur við brotskøstunum.

Í seinna hálvleiki fekk liðskiparin Kjartan Johansen ein størri leiklut og kom av álvara glið á føroyska álopsspælið. Føroyska liðið fekk av álvara glið á og komu mál frá øllum plássum og hetta ørkymlaði kekkisku verjuna. Í hinum endanum høvdu kekkar heldur ikki stórvegis trupulleikar at skjóta mál, hóast føroyska verjan í fleiri álopinum stóð væl. Dygdin hjá serliga Matej Klima, ið skoraði seks mál eftir steðgin, hjá Jakub Hrstka, og innspælinum til strikuna, gjørdu tað trupult hjá Føroyum, og Tórður Guttesen og Nicholas Satchwell fingu ikki fatur.

Føroyar høvdu møguleika at leggja seg á odda 28-26, tá beint undir ein minuttur var eftir. Men heimaliðið fekk ikki skot á, og dómararnir dømdu fyri nøl. Kekkar fóru avstað, men verjan var væl fyri, og so tók Becvar møguleikan, tá nøkur sekund vóru eftir. Tað eydnaðist ikki, kekkar vóru í øðina inn á dómaraparið, men so at siga øll hini í høllini kundu stórfegnast.

Málskjúttar hjá Føroyum:
Sjúrður Olsen 5, Elias Ellefsen á Skipagøtu 5, Filip Jpjic 4 (4), Kjartan Johansen 3, Teis Horn Rasmussen 3, Peter Krogh 2, Pætur Mikkjalsson 2, Hákun West av Teigum 2, Jónas Gunnarson Djurhuus 1

HM-lutakast hjá kvinnum

27. juni 2022

Mikudagin kl. 10.00 verður lutakastið til HM-undankappingina hjá kvinnum.

U18-menn: EM-liðið er úttikið

21. juni 2022

Venjararnir Hjalti Jacobsen og Djóni Gaard Joensen hava úttikið 16 leikarar til U18 EM-endaspælið í Montenegro.

Durita Thomsen nýggj í starvsnevndin

16. juni 2022

Aðalfundur hjá HSF var í gjár. Á skránni var m.a. val  av nevndarlimum. Nýggj í starvsnevndini er Durita Thomsen úr Klaksvík.