Søguligur sigur á Fraklandi

Fyri fyrstu ferð í hondbóltssøguni hevur eitt føroyskt landslið vunnið á Fraklandi. Føroysku U18-menninir vunnu í dag ein flottan 29-26 sigur, eftir hálvleiksstøðuna 14-12 til Fraklands.

Føroyska liðið byrjaði dystin serstakliga illa og komu skjótt afturum heili 7-1. Okkara spældu illa og gjørdu eina rúgvu av tekniskum villum, samstundis sum verjan stóð púra opin. Fraklendingar spældu við sera høgari leikferð og vóru okkara als ikki vaknaðir.

Um miðjan hálvleik kom betri ró yvir føroyska spælið og komu okkara innaftur í dystin. Spakuliga fingu miðverjarnir, Ísak Vedelsbøl og Rói Thomsen, betri fatur og komu Føroyar uppá javnt eftir 20 minuttir.

Fraklendingar tóktist nú til at tosa við, men ein óheppin løta undan hálvleikinum, gjørdi at tað vóru fraklendingar, sum vóru á odda 14-12 í hálvleikinum.

Føroyska liðið kom fyrstu ferð á odda í dystinum eftir 37 minuttir. Stóri leikarin í føroyska álopinum var toppskjúttin í EM-endaspælinum higartil, Óli Mittún. Hóast alt ikki eydnaðist hjá honum í dag, so var hann ein støðug hóttan og ein so stór marra fyri fronsku verjuna, at teir royndu at mansverja hann ein stóran part av seinna hálvleiki. Tá fraklendingar tóku Óla úr spælinum, var tað Rókur Ziskason, sum tók um róðrið og fekk fleiri góð mál við góðum ein móti einum spæli.

Føroyska liðið var frammanfyri 23-20, tá Frakland tók time-out eftir 45 minuttir og hóast teir onkra løtu minkaðu aftur niður í eitt mál, so tóktiskt dysturin at liggja í hondunum hjá okkara, sum koyrdu sigurin heim.

Óli Mittún var valdur til besta leikara hjá Føroyum í dystinum.

Samstundis sum Spania vann greitt á Svøríki í dag, ber úrslitið við sær, at Spania vinnur bólkin greitt við 6 stigum, Svøríki gjørdist nummar tvey við 4 stigum, Føroyar verða nummar trý við 2 stigum, meðan Fraklandi endaði aftast við ongum stigi.

Føroyar skulu nú spæla um plássini 8-16 í EM-endaspælinum, og koma Føroyar við dagsins úrsliti at hava tvey stig við sær til millumrunduna, har Føroyar renna saman við nr. 3 og 4 úr bólki C, sum verður Slovenia og so antin Danmark ella Serbia. Dystirnir í millumrunduni verða týsdagin og mikudagin.

Málskjúttar hjá Føroyum:
Óli Mittún 13
Rókur Ziskason 4
Ísak Vedelsbøl 4
John Skaalum Vilhelm 2
Niklas Gaard 2
Trúgvi Hávardsson 2
Búi Poulsen 2

Tveir landsdystir móti Finnlandi

21. mars 2023

Føroyska kvinnulandsliðið skal spæla tveir dystir móti Finnlandi, ávikavist 4. og 5. apríl. Talan er um venjingardystir.

Lakari avrik móti Rumenia

11. mars 2023

Tað er stórur munur á heima- og útivølli í hondbólti. Hetta má staðfestast eftir stóra ósigurin móti Rumenia í dag. Føroyska manslandsliðið gjørdi nógv álopsmistøk og brendu nógvar málmøguleikar. Føroyar taptu 25-17, eftir 14-10 til rumenar í hálvleikinum.

Útselt til Føroyar – Ukraina

10. mars 2023

Eftir sigurin á Rumenia mikukvøldið, kom av álvara gongd á atgongumerkjasøluna til seinasta heimadystin í hesari EM-undankappingini, og vóru øll atgongumerkini til dystin móti Ukraina seld í gjár.