Soleiðis verða finalurnar skipaðar

Í kvøld verða fyrstu hálvfinalurnar í Okkara-deildini, tá VÍF fær vitjan av H71. Hóskvøldið hittast Kyndil og Neistin í hinari hálvfinaluni. Aðru hálvfinalurnar eru sunnudagin.

Í hálvfinalunum skal vinnari finnast í hvørjum dysti. Er javnleikur eftir vanliga leiktíð, skal dysturin avgerðast við longdari leiktíð á tvær ferðir fimm minuttir. Er vinnari ikki funnin tá, skulu liðini út í brotskastkapping, har tey skjóta fimm brotskøst hvør. Stendur framvegis á jøvnum, skal brotskast skjótast, til dysturin er avgjørdur. 

Vinna hálvfinaluliðini hvør sín dyst, skal ein triðja hálvfinala spælast mikudagin 27. mars.

Tapandi liðini í hálvfinalunum skulu dystast um triðja plássið. Liðið, sum endar ovari í landskappingini eftir trý umfør hevur heimavøll.

Finaludystirnir
Liðini, sum vinna seg í finaluumførini, skulu spæla best av fimm finalum.  Sostatt skulu tríggjar vinnast fyri at vinna FM.

Liðið, sum endaði ovari í landskappingini eftir trý umfør, velur hvar fyrsti dystur skal leikast og hevur rætt til heimavøll í møguligum fimta dysti.

Leiksskráin
Mikudagin 20. mars
Kl. 20.00 hálvfinala 1: VÍF – H71

Hósdagin 21. mars
Kl. 20.00 hálvfinala 1: Kyndil – Neistin

Sunnudagin 24. mars
Kl. 16.00 hálvfinala 2: H71 – VÍF
Kl. 18.00 hálvfinala 2: Neistin – Kyndil

Mikudagin 27. mars
Møguligar triðju hálvfinalur

Tveir landsdystir móti Finnlandi

21. mars 2023

Føroyska kvinnulandsliðið skal spæla tveir dystir móti Finnlandi, ávikavist 4. og 5. apríl. Talan er um venjingardystir.

Lakari avrik móti Rumenia

11. mars 2023

Tað er stórur munur á heima- og útivølli í hondbólti. Hetta má staðfestast eftir stóra ósigurin móti Rumenia í dag. Føroyska manslandsliðið gjørdi nógv álopsmistøk og brendu nógvar málmøguleikar. Føroyar taptu 25-17, eftir 14-10 til rumenar í hálvleikinum.

Útselt til Føroyar – Ukraina

10. mars 2023

Eftir sigurin á Rumenia mikukvøldið, kom av álvara gongd á atgongumerkjasøluna til seinasta heimadystin í hesari EM-undankappingini, og vóru øll atgongumerkini til dystin móti Ukraina seld í gjár.