Sonni og Finnur halda fram sum landsliðsvenjarar

Tað er nú greitt, at venjaratoymið Sonni Larsen og Finnur Hansson koma at halda áfram sum venjarar hjá føroyska kvinnulandsliðnum.

Venjaratoymið var fyribils sett, eftir at Dragan Brljevic segði seg úr starvi, men nú er greitt, at teir eisini skulu standa á odda fyri kvinnulandsliðnum til komandi HM-undankapping.

Føroysku kvinnurnar skulu spæla 1. umfar av HM-undankappingini í tveimum play-off dystum móti Kosovo, hin fyrri mikudagin 2. november í Høllini á Hálsi og hin seinni leygar- ella sunnudagin 5. ella 6. november.

Sonni Larsen verður somuleiðis venjari hjá U06-kvinnum saman við Agnari Joensen. Hesar skulu til EHF Championship kapping komandi summar.

Nýggir landsliðsvenjarar hjá U06-landsliðnum hjá monnum

22. september 2022

Kristinn Guðmundsson og Mark Lausen-Marcher eru settir í starv sum venjarar hjá U06-landsliðnum hjá monnum. Her er talan um dreingir føddir í 2006 og 2007.

Intersport Night Cup 2022

21. september 2022

Nýtið heystfrítíðina aktivt – VÍF bjóðar aftur í ár øllum hondbóltstáhugaðum at luttaka í  ársins Intersport Night Cup. Kappingin verður fyri U10, U12 og U14 gentur og dreingir.

A-landsliðið hjá monnum úttikið

20. september 2022

Landsliðsvenjararnir, Peter Bredsdorff-Larsen og Lars Porskær Møller, hava úttikið hesar 16 leikarar til EM-undandystirnar móti Ukraina og Eysturríki, sum verða ávikavist 12. og 16. oktober.