Spældu heilt upp við BSV

Føroyska A-landsliðið spældi ein góðan dyst móti Bjerringbro-Silkeborg í Høllini á Hálsi í kvøld. Úrslitið gjørdist 33-25, eftir at Føroyar var á odda 16-14 í hálvleikinum.

Dysturin var ein partur av vitjanini hjá BSV, har teir saman við HSF og føroysku landsliðsleikarunum hava havt hondbóltsskúla fyri 260 børnum. Umframt hetta hevur venjarin hjá BSV, Peter Bredsdorff Larsen, havt eitt venjaraskeið.

Føroyska liðið legði væl fyri í dystinum og leikararnir tóktist sera tendraðir. Álopið hjá Føroyum koyrdi væl og vóru okkara frammanfyri við trimum eitt skifti í fyrra hálvleiki, tá Peter Krogh og Jónas Djurhuus vóru serliga eyðsýndir.

Føroyska liðið var eisini frammanfyri 20-17 í seinna hálvleiki, men so kom stígur eftir 45 minuttir og fingu BSV fleiri mál á rað, tá føroyska liðið gjørdi fleiri feilir. Hereftir rann BSV avstað við dystinum og bleiv munurin nakað stórur til endans.

Ein góður venjingardystur hóast alt fyri føroyska liðið, har fleiri nýggj andlit sloppu at royna seg, nú leikararnir í Noreg og Íslandi vóru bundnir av sínum feløgum.

Málskjúttar hjá Føroyum:
Peter Krogh 6
Jónas Gunnarsson Djurhuus 6 (1)
Niklas Selvig 4 (1)
Rógvi Dal-Christiansen 2
Sámal á Tjaldrafløtti 2
Leivur Mortensen 1
Rói Berg Hansen 1
Pætur Mikkjalson 1
Hans Eli Sigurbjørnson 1
Vilhelm Poulsen 1

Tveir landsdystir móti Finnlandi

21. mars 2023

Føroyska kvinnulandsliðið skal spæla tveir dystir móti Finnlandi, ávikavist 4. og 5. apríl. Talan er um venjingardystir.

Lakari avrik móti Rumenia

11. mars 2023

Tað er stórur munur á heima- og útivølli í hondbólti. Hetta má staðfestast eftir stóra ósigurin móti Rumenia í dag. Føroyska manslandsliðið gjørdi nógv álopsmistøk og brendu nógvar málmøguleikar. Føroyar taptu 25-17, eftir 14-10 til rumenar í hálvleikinum.

Útselt til Føroyar – Ukraina

10. mars 2023

Eftir sigurin á Rumenia mikukvøldið, kom av álvara gongd á atgongumerkjasøluna til seinasta heimadystin í hesari EM-undankappingini, og vóru øll atgongumerkini til dystin móti Ukraina seld í gjár.