Spennandi landsliðsvenjari settur

Hondbóltssamband Føroya hevur í dag skrivað undir avtalu við íslendingin Ágúst Jóhannsson um at venja kvinnulandsliðið. Avtalan er galdandi í trý ár.

– Vit fegnast um avtaluna við Ágúst, sum er ein royndur venjari, og vóna og vænta, at mongu royndir hansara fara at koma føroyskum kvinnuhondbólti til góðar, sigur Gunn Ellefsen, sum er forkvinna í HSF.

Ágúst Jóhansson er 41 ár, og hann hevur drúgvar royndir sum venjari. Hann hevur millum annað verið landsliðsvenjari hjá íslendska kvinnulandsliðnum í fimm ár. Og liðið spældi seg eisini til síni bestu úrslit nakrantíð hesi árini. Ísland var við til HM-endaspælið í Brasil í 2011 og til EM-endaspælið í Serbia í 2012.

Ágúst Jóhansson hevur eisini verið venjari hjá Levanger í bestu norsku deildini, og hjá Sønderjyske í bestu deildini í Danmark. Í løtuni er hann venjari hjá Vali í bestu kvinnudeildini í Íslandi.

– Hondbóltssamband Føroya heitti í fjør á Dia Midjord um fyribils at standa á odda fyri kvinnulandsliðnum, tá ið vit brádliga stóðu uttan venjara miðskeiðis í EM-undankappingini. Vit eru sera takksom fyri, at Dia játtaði at taka um endan. Vit hava síðani arbeitt við at fáa  A-landsliðið hjá kvinnum í eina trygga legu, og tað hevur vónandi eydnast nú, sigur Gunn Ellefsen.

Sjálvur er Ágúst Jóhannsson spentur til uppgávuna.

– Eg havi fylgt við føroyskum hondbólti seinastu árini, og eg eri bergtikin av stóru menningini, sum hevur verið. Tí var eg eisini áhugaður beinanvegin, tá eg frætti, at HSF leitaði eftir einum landsliðsvenjara. Her eru stórir menningarmøguleikar, og eg vil fegin vera við til at flyta føroyskan hondbólt á eitt altjóða støði, sigur Ágúst Jóhannsson.

Fyrsta uppgávan hjá honum og kvinnulandsliðnum er HM-undankappingin í Sveis í døgunum frá 30. november til 2. desember. Føroyar eru í bólki við Sveis, Litava og Finnlandi.

Fyrireikingarnar byrja beinanvegin. Fyrsta landsliðssavningin verður í september.

Hesi halda skil á landsliðunum

26. januar 2023

Øll landsliðini hjá HSF hava ein liðleiðara tilknýttan, sum tryggjar at venjingar, kappingar og virksemi kring liðini sum heild gongur smidliga.

Spennandi HM-lutakast

17. januar 2023

Føroysku U21-mennirnir fingu eitt gott og spennandi lutakast til HM-endaspælið. Føroyar komu í bólk D saman við Spania, Japan og Angola.

Stroymið U21 HM lutakastið

17. januar 2023

Í dag kl. 15.00 verður lutakastið til U21 HM-endaspælið hjá monnum, sum verður leikt í Týsklandi og Grikkalandi.