Spennandi lutakast til EM-undankappingina

A-landsliðið hjá monnum kom í bólk 4 saman við Eysturríki, Ukraina og Rumenia til EM-undankappingina til Euro 2024.

Bólkarnir:
Bólkur 1: Portugal, Norðurmakedonia, Turkaland, Luksemborg
Bólkur 2: Noreg, Serbia, Slovakia, Finnland
Bólkur 3: Ísland, Kekkia, Ísrael, Estland
Bólkur 4: Eysturríki, Ukraina, Rumenia, Føroyar
Bólkur 5: Kroatia, Holland, Grikkaland, Belgia
Bólkur 6: Ungarn, Sveis, Litava, Georgia
Bólkur 7: Slovenia, Montenegro, Bosnia Hersegovina, Kosovo
Bólkur 8: Frakland, Pólland, Lettland, Italia

Føroyar hava spælt fleiri ferðir móti Ukraina tey seinastu árini og hava okkara tvær ferðir tapt við einum máli móti teimum. Føroyar spældu eisini móti Rumenia í 2018 og tá vann Rumenia við 8 málum.

 

 

Tveir landsdystir móti Finnlandi

21. mars 2023

Føroyska kvinnulandsliðið skal spæla tveir dystir móti Finnlandi, ávikavist 4. og 5. apríl. Talan er um venjingardystir.

Lakari avrik móti Rumenia

11. mars 2023

Tað er stórur munur á heima- og útivølli í hondbólti. Hetta má staðfestast eftir stóra ósigurin móti Rumenia í dag. Føroyska manslandsliðið gjørdi nógv álopsmistøk og brendu nógvar málmøguleikar. Føroyar taptu 25-17, eftir 14-10 til rumenar í hálvleikinum.

Útselt til Føroyar – Ukraina

10. mars 2023

Eftir sigurin á Rumenia mikukvøldið, kom av álvara gongd á atgongumerkjasøluna til seinasta heimadystin í hesari EM-undankappingini, og vóru øll atgongumerkini til dystin móti Ukraina seld í gjár.