Spennandi samstarv við XPS Network

HSF og feløgini í ávikavist SMS og Burn deildini hava hetta kappingarárið gjørt avtalu við talgilda greiningarpallin XPS Network. HSF hevur brúkt talgildu videoskipanina hjá XPS Network í nøkur ár til landsliðini.

Nýggja avtalan inniber, at øll feløgini í fremstu deildunum fáa sínar dystir kliptar og greinaðar og fáa feløgini samstundis atgongd til amboðini í XPS Network.

Við XPS skipanini er sera nemt at greina dystarstøður og at trekkja hagtøl úr skipanini. Til dømis kunnu vit higartil í kappingini síggja, at Neistin er liðið í Burn deildini, sum hevur gjørt flest mál uppá kontraálop, meðan tað í SMS deildini er H71. Nikola Kedzo hjá Team Klaksvík og Maria P. Nólsoy hava flest assist pr. dyst, 6 í tali. Flest mál uppá langskot pr. dyst hava ávikasvist Nikolai Bliznov hjá Team Klaksvík og Turið Arge Samuelsen hjá Kyndli, ávikavist 4,5 og 4,8 í talið. Liðini, sum hava gjørt felst tekniskar villur pr. dyst, eru ávikavist Kyndil hjá monnum og StÍF hjá kvinnum, 15,2 og 12, 5 í tali.

Les grein um samstarvið millum føroyskan hondbólt og XPS her:
Faroe Islands handball league to use XPS Network (sidelinesports.com)

Síggj meira um XPS Network her:

HSF longt við U04-venjarar

23. november 2022

HSF hevur longt sáttmálarnar við verandi venjarar hjá U04-manslandsliðnum, Hjalta Mohr Jacobsen og Djóna Gaard Joensen.

Stjóri settur í HSF

17. november 2022

Hans Jón Thomsen er settur sum stjóri í Hondbóltssambandi Føroya. Talan er um eitt nýtt starv, sum í sambandi við økta virksemi skal styrkja um umsiting og leiðslu í sambandinum.

Leikaramenning 2022-23

15. november 2022

Seinastu tvey vikuskiftini hava 250 gentur og dreingir verið til leikaramenngin hjá HSF. Talan eru um leikarar føddir í 2008, 2009 og 2010. Samlingarnar hava verið í Havn og Klaksvík.