Spenningur um hálvfinalupláss

Spenningurin er í hæddini, tá hálvfinalistarnir í Faxe Kondi kappingini hjá kvinnum og monnum skulu finnast um vikuskiftið. 

Stóri spenningurin er serliga í bólki 1. hjá monnum. Í grundini hava øll fýra liðini í bólkinum møguleika at vinna seg víðari.

Um H71 spælir javnleik ella vinnur á VÍF, eru teir víðari sum vinnari av bólkinum. Í tí førinum er KÍF víðari sum tveyari í bólkinum, sama um kollfirðingar vinna á Kyndil 2. Men vinnur VÍF á H71, so eru vestmenningar og hoyvíkingar víðari, tí VÍF hevur betur málmun enn KÍF. So um H71, VÍF og KÍF øll enda á fýra stigum, so verður innanhýsis málmunurin avgerandi, tí KÍF tapti við sjey málum móti H71, meðan VÍF tapti við trimum móti KÍF.

Fyri at VÍF og KÍF skulu vinna seg í hálvfinaluna og ikki H71, skal VÍF vinna á H71 við í minsta lagið 11 málum.

Hjá kvinnum er serliga spenningur, hvørt tað verður Stjørnan ella Neistin, sum vinnur seg víðari úr bólki 1. Um tað verður javnleikur millum Stjørnuna og Neistan, er Stjørnan víðari, tí Stjørnan hevur betur málmun. VÍF hevur longu tryggjað sær atgongd til hálvfinalurnar.

Í bólki 2. er eisini greitt, at tað verður Kyndil og H71, sum hava vunnið seg víðari, men um vikuskiftið verður avgjørt, hvør teirra vinnur bólkin, tá liðini hittast í Hoyvíkshøllini.

Tann, sum vinnur bólkarnar hjá monnum og kvinnum, skal spæla móti tveyaranum í hinum bólkinum.

Dystarskrá fyri hálvfinalurnar verður kunngjørd mánadagin.

 

Neon Cup – hondbóltur í myrkri

2. desember 2019

Leygardagin 27. desember verður forvitnislig hondbóltskapping í Hoyvíkshøllini.

Margrið eygleiðari til HM í Japan

27. november 2019

Margrið Weihe skal verða altóða eygleiðari til HM hjá kvinnum, sum verður í Japan í tíðarskeiðnum 30. november til 15. desember.

Tvey greið tap fyri Íslandi

25. november 2019

Kvinnulandsliðið leikti í vikuskiftinum tveir venjingardystir móti Íslandi í Hafnafirði. Báðir dystirnir endaðu við greiðum tapi.