Starvslýsing – Søkt verður eftir samskipara

Spennandi starv sum samskipari hjá Hondbóltssambandi Føroya hálva ella fulla tíð er nú leyst at søkja.

Í umsitingini hjá Hondbóltssambandi Føroya starvast frammanundan tvey starvsfólk. Harumframt hava fleiri venjarar og onnur, sum varða av okkara landsliðum, sína dagligu gongd hjá Hondbóltssambandinum.

Uppgávurnar eru nógvar og fjøltáttaðar, og fara at verða endaliga býttar millum starvsfólkini í umsitingini, tá nýggjur samskipari er settur.

Tað er ikki avgerandi, hvørja útbúgving ella royndir tú hevur, men vilja gjarna frætta, hvussu tú heldur, at tú kanst verða við til at arbeiða fyri at menna føroyskan hondbólt, harundir at arbeiða fram ímóti, at Hondbóltssamband Føroya kann náa sínum altjóða málum.

Tað er harumframt týdningarmikið, at tú:

  • ert ágrýtin
  • ert sjálvstøðug/-ur
  • ert røkin
  • hevur góðar førleikar at samskifta og samskipa
  • hevur góð samstarvsevni
  • hevur góðar teldu- og málførleikar

Starvið verður lønt sambært nærri avtalu.

Freistin at søkja er mánadagin 25. november 2019.

Umsókn skal sendast við telduposti til ge@lawfirm.fo ella til:

Hondbóltssamband Føroya
Postboks 1023
110 Tórshavn

Viðmerk “Umsókn” á brævbjálvan.

Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Gunn Ellefsen, forkvinnu í HSF, á telefonnummar 593040 ella við telduposti til ge@lawfirm.fo.

 

U18 og U20 til stórar kappingar

6. november 2019

Ungdómslandsliðini hjá monnum skulu taka lut í spennandi EM-kappingum komandi summar. 

Spennandi lutakøst fyri framman

1. november 2019

Mánadagin 4. november verður kastað lut hjá U18- og U20-manslandsliðunum U18 og U20.

Starvslýsing – Søkt verður eftir samskipara

30. oktober 2019

Spennandi starv sum samskipari hjá Hondbóltssambandi Føroya hálva ella fulla tíð er nú leyst at søkja.