Stjørnan vil longur fram

Klaksvíksdamur vóru at kalla einaráðandi í hondbólti í nullunum. Frá 2000 til 2010 vann Stjørnan FM-heitið seks ferðir og var í 10 steypafinalunum frá 2002 til 2011, har sjey teirra vórðu vunnar. Seinastu árini hevur Stjørnan tó runnið aftaná. 

– Tað krevst meira, til vit aftur kunnu teljast millum bestu kvinnulið í Føroyum, men tað gongur rætta vegin. Tað sigur Tóra Eliasen.

Stjørnan endaði á einum fimta plássi í fjør við 18 stigum. Tað er væl betri enn fyrraárið, tá tær endaðu á sætta plássi við bara seks stigum.

– Málið er sjálvandi at gera tað betri enn í fjør. Vit spæla fyri at vinna og vilja gjarna vera við har tað er stuttligt.

Hópurin hjá Stjørnuni er at kalla tann sami sum í fjør, men er eitt ár eldri og eitt á búnari.

– Eg vænti at vit geva øllum størri mótstøðu í ár. Eg vænti eitt kappingarár við nógvum torførum og spennandi dystum, og vónandi eitt javnt kappingarár, har øll liðini taka stig frá hvørjum øðrum, sigur Tóra Eliasen.

Stjørnan spældi sín fyrsta landskappingardyst um vikuskiftið, sum var móti Neistanum. Tær taptu við trimum málum. Sunnudagin skal Stjørnan spæla móti StÍF.

 

Hesar 16 møta Svøríki og Íslandi

21. september 2023

Landsliðsvenjararnir, Claus Mogensen og Simon Olsen, hava úttikið hesar 16 leikarar til EM-undandystirnar móti Svøríki og Íslandi, ávikavist tann 12. og 15. oktober.

Felags kós við Navigare

21. september 2023

Hondbóltssambandið og shippingfyritøkan Navigare hava longt verandi stuðulsavtalu fram til 2026.

Neistakvinnur og H71 út í Europa

20. september 2023

Komandi vikuskiftið skulu kvinnurnar hjá Neistanum og H71 spæla European Cup dystir. Bæði feløgini spæla dystirnar á útivølli.